SKELTARAMMUR
Visit Faroe Islands hevur trý sløg av rammum, ið vit bjóða kommunum og kunningarstovum í samband við at skelti verða bíløgd frá okkum.
1
Ramma sum í høvuðsheitinum eru til bygdaskeltini, men eisini kunnu nýtast tá ið størri kunningarskelti og bygdagøtusketli við fleiri túrum verður sett upp.
Skeltini ið verða gjørd til hesar rammurnar eru 127x82cm, og ramman sjálv er áleið 145x230cm, og kann heintast hjá okkum.
2
Ramma sum er gjørd soleiðis at ein kann standa og lesa skelti ið liggur á skrá. Hendan ramman er í høvuðsheitinum gjørd til kunningarskelti ið eru 80 x 50 cm til støddar.
3
Skeltaramma ið liggur lágt í lendinum, er serliga gott til gongutúrar og kunningarskelti. Skeltini ið passa í rammuna eru 80 x 50 cm til støddar.
Finn leiðbeining til uppsetan av rammuni her.