UPPMERKING AV VARÐA- OG BYGDAGØTUR

Visit Faroe Islands er farið undir at skráseta og merkja varða- og bygdagøturnar. Tað verður gjørt, so lættari verður at ganga í fjøllunum.

STEYRAR

Samstarvað verður við verkstaðin Vón, ið ger prestarnar, sum vísa gøtuna. Prestarnir eru í fýra ymiskum litum. Vit mæla til, at liturin á steyrinum samsvarar við torleikastøði á túrinum. Torleikastigi verður mett útfrá ásettum forskriftum og er skrásett í Hiking Faldara ella á okkara hiking heimasíðu.

Veljast kann ímillum hesar litir: Grønt, ljósablátt, reytt og myrkablátt/svart.
Tá ið gonguleiðin verður uppmerkt við steyrum er upplagt at mála t.d. portur, stig, stigar uppum hegn, steinar, SEV pelar v.m. í sama liti sum túrurin. Aftrat hesum hava vit eisini myndaformar til láns, um tað er hóskandi at fáa varðar málaðar í vegin (sí dømi niðanfyri). Hetta kann gerast í hvítum, ella sum nevnt omanfyri í litum ið vísa á torleikastøði. Avtala má gerast við tey ið varða av vegnum.

 

Um málingina: Flügger Wood Tex 04 basa.

Litkotur: 
Antikblá (ljósablá): U572
Reyð: S3560-Y90R


Steyrarnir eru í tveimum longdum – 50 og 60 cm. – alt eftir, hvussu djúpt áskotið er (tak niður vegleiðing niðanfyri).

ÁVÍSING TIL TÚRABYRJAN

Pílarnir á ávísingarskeltinum peika á hvønn veg, ein skal ganga fyri at koma til túrin (Stødd 16×16 cm). Sí s. 20-23 í Varða- og Gongutúra Sniðhandbók ið kann takast niður niðanfyri.

PÍLASKELTTI

Tá ið ein gøta fer í tvey er gott at vísa á hetta við pílaskeltum. Hesi kunnu eisini nýtast har ein heldur at ávísingarskeltini eru ov lítið sjónsk.

Tey, ið ynskja steyrar, ávisingar- ella pílaskelti til túrabyrjan kunnu venda sær til kommununa ella kunningarstovuna, ið fáa steyrar frá Visit Faroe Islands við at skriva á teldupost alda(kurla)visitfaroeislands.com ella ringja á 556133.

TAK NIÐUR

VARÐA- OG GONGUTÚRA KONSEPT
Varða- og Gongutúra Sniðhandbók
TAK NIÐUR
ÁVÍSINGAR TIL TÚRABYRJAN
Framøgu um ávísing til túrabyrjan
TAK NIÐUR
EIN VARÐI Á VEGNUM
Dømi um varðar málaðir við vegin
Tak niður
MERKING AV BYGDA- OG GONGUGØTUM
Vegleiðing: Soleiðis merkir tú upp bygdagøtur, gongutúrar og leiðir út á útsýnisstøð
TAK NIÐUR

VEGLEIÐING AT LAÐA VARÐAR

SOLEIÐIS LAÐA VIT VARÐAR
Varðar skulu verða álítandi vegvísarar í lendi, har tað kann vera trupult at finna orsakað av vánaligum sýni ella ringum veðri.
Tak niður
HOW TO BUILD CAIRNS
The cairns are to be reliable trail markers in terrain that can be difficult to navigate in poor visability or bad weather.
Tak Niður