HEIMABLÍDNI

Ein liður í arbeiðnum at menna Føroyar sum ferðamál er at bjóða góðan føroyskan mat – eisini á útoyggj og í smábygdum. Somuleiðis er tað forkunnugt og spennandi fyri útlendsk ferðafólk at sleppa heim til føroyingar at vitja. Ofta er ført fram, at tað kann verða trupult hjá ferðafólki at finna støð, sum bjóða føroyskan mat – kanska serliga á útoyggj. Her er heimablídni ein góður møguleiki. 

Reglugerð 

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt eina vegleiðing um virkan og borðreiðing av mati í privata húsarhaldinum ætlað ferðafólkum. Við hesi vegleiðingini um heimablídni liggur væl fyri at menna hetta tilboð víðari.

Vegleiðing um heimablídni loyvir fólki at borðreiða fyri ferðafólkum í privata húsarhaldinum. Heimablídni er skilmarkað sum virksemi, ið ikki skal góðkennast, og ikki er undir eftirliti av Heilsufrøðiligu starvsstovuni.

Yvirskipað kann sigast, at maturin skal verða virkaður í privata køkinum, og etin í privata køkinum ella hølum, sum natúrliga eru knýtt at køkinum – t.d. í stovuni.

VEGLEIÐING UM HEIMABLÍDNI

TAK NIÐUR

HVAT ER OG HVAT ER IKKI HEIMABLÍDNI

TAK NIÐUR

Ofta settir spurningar

Niðanfyri finnur tú svar til ofta stillaðar spurningar um Heimablídni. Um tú ikki finnur spurningin her á síðuni, kanst tú venda tær til Heilsufrøðiligu Starvsstovuna ella Visit Faroe Islands. 

  • Hjá okkum liggur ikki væl fyri at bjóða fólki til nátturða. Kunnu vit bjóða morgunmat ella frokost ístaðin fyri?
    Ja, tú kanst bjóða Heimablídni øll tíðspunkt á degnum.
  • Kann eg bjóða Heimablídni í fjósi/hjalli/báti okkara?
    Nei. Tú skalt hava adressu á staðnum, har tú bjóðar Heimablídni, og eta har, tú vanliga etur tína máltíð.
  • Skal eg stovna íverksetrarafelag, smápartafelag ella annað ísv. at bjóða Heimablídni?
    Ja. Hugskotið í Havn og Íverksetarahúsið í Klaksvík veita ráðgevingí í sambandi við hetta.
  • Eg bjóði Heimablídni. Kann eg eisini selja matpakkar?
    Nei. Fyri at selja matpakkar, skalt tú hava løggildan køk. Tú kanst sum dømi kanna møguleikan at lána løggildar køkar í nærumhvørvinum t.d. bygdarhús, skúlar oa. Um vøran er heimaframleiðsla, skal hetta merkjast.
  • Kann eg lýsa við, nær eg havi Heimablídni?
    Tað er ikki loyvi at lýsa við føstum tíðum. Tað skal vera eftir fyrispurningi.
  • Vit bjóða bæði upplivingar og heimablídni, hvussu skráseti eg hetta?
    Set teg í samband við TAKS hevur tú spurningar til, hvussu tú skrásetir mvg.
  • Kann eg lýsa við heimablídniskafé?
    Nei, tað er ikki loyvt at marknaðarføra seg sum matstova ella kafé. Tað skal vera greitt, at talan er um heimablídni.
     

Um títt hugskot fellir uttanfyri Heimablídni, so veitir Heilsufrøðiliga Starvsstovan vegleiðing í sambandi við løggilding, hissini søla í samband við borðreiðing o.a.

FRAMLØGA UM HEIMABLÍDNI
frá november 2023
Tak niður

Marknaðarføring

Tað er ein upplagdur møguleiki, tá ið tað snýr seg um sølu av tínum tilboði, at gerast partur av eatlocal.fo, ið er størsta sølusíða fyri heimablídni í Føroyum. Harafturat velja fleiri at verða sjónlig á guidetofaroeislands.com. Sølusíðurnar hjálpa tær fegnar at snikka ein góðan tekst, sum greiðir fra tínum tilboði.

Summi velja eisini at gera síður á sosialum miðlum og í høvuðsheitinum at selja heimablídni ígjøgnum kunningarstovur og ferðaskrivstovur.

Visit Faroe Islands hevur serstaka ‘Heimablídni síðu', har vit lýsa við hugtakinum.
Ynskir tú at gerast partur av síðuni, vinaliga vend tær til tína tættastu kunningarstovu ella til info(kurla)visitfaroeislands.com.

Manglar tær gott myndatilfar at lýsa við tínum tilboði, ert tú vælkomin at venda tær til tína tættastu kunningarstovu ella Visit Faroe Islands. 

Førleikamenning

  1. Visit Faroe Islands skipar javnan fyri førleikamennandi fyrilestrum og tiltøkum, ið knýta seg at matgerð, burðardygd og ferðavinnuførleikum sum heild. Harafturat bjóða vit av og á avsláttur til skeið, ið kundu havt áhuga hjá teimum, sum hava heimablídni ella virka innan ferðavinnu.
  2. Húsarhaldsskúli Føroya hevur árligt skeið í matvørureinføri, sum er skeið til fólk, sum ætla at veita mat í egnum heimi. Haraftrat hevur skúlin skeið innan matframleiðslu.
  3. Grøni Háskúlin á Sandi hevur leypandi skeið innan alskyns førleikamenning, harav fleiri teirra innan matgerð.
  4. Føroya Fólkaháskúli hevur vikuskiftisskeið innan matgerð, harumframt skeið ætlað vinnuliga geiranum.

Eisini eru spennandi skeið, ið snúgva seg um matgerð, av og á hjá Krákuting, Matkovin og Synergi.

Íblástur til uppskriftir