Ráðstevnuhondbókin

Ráðstevnuhandbókin er ein hjálpar- og íblástrarkelda hjá tær, ið ætlar at skipa fyri altjóða ráðstevnum ella fundum. Handbókin kann hjálpa tær við at skapa eitt yvirlit og loysa tær mongu uppgávur, sum fylgja við, tá ið skipast skal fyri ráðstevnu ella fundi.
 

Visit Faroe Islands og Visit Tórshavn virka fyri at fáa fleiri altjóða ráðstevnur og fundir til Føroya. Hetta verður m.a. gjørt við at hjálpa teimum, ið fegin vilja skipa fyri ráðstevnum og fundum. Vit bjóða ókeypis ráðgeving og tænastu soleiðis, at tú fyrireikar teg væl at skipa fyri.
Handbókin fevnir ikki um øll sjónarmið í sambandi við eina ráðstevnu, tí at ráðstevnur og fundir eru sum heild ymiskir. Kortini koma nakrar grundleggjandi mannagongdir aftur, og tað eru hesar, sum handbókin lýsir.


Vit vóna, at handbókin kveikir tær hugin at skipa fyri altjóða fundum og ráðstevnum. Vit gleða okkum at hoyra frá tær og ynskja tær góða eydnu sum vertur.

 

Les ella tak niður ráðstevnuhandbólkina her.