FERÐAVINNUSTRATEGI 2030:
HEIM
Nýggj ferðavinnustrategi fram ímóti 2030 setur kós og mál fyri føroyska ferðavinnumenning komandi árini. Grundarlagið er túsundtals samrøður, hundraðtals fundir og frískur íblástur frá samstarvsfeløgum okkara í altjóða høpi: Ein sokallað ‘bottom-up’ strategi sum er fyrsta av sínum slagi innan ferðamál í heiminum.
Føroyar eru meiri enn eitt ferðamál – tær eru heim okkara
Heima er best
Heim, kæra heim
Heimið er har, sum hjartað er
Vit sigla heim
Mál okkara er, at í 2030 hevur ferðavinnan gjørt Føroyar, heimland okkara, til eitt betri samfelag sosialt, búskaparliga og umhvørvisliga. Við hesum málinum stinga vit eina yvirskipaða leið út í kortið fyri ferðavinnuna fram ímóti 2030. Og við røttu fortreytunum ber til at røkka trimum ítøkiligum langtíðarmálum; Eitt styrkt heim, Eitt opið heim og Eitt varðveitt heim.