Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Gospel- og poppkórið SK'ØYEREN í Vesturkirkjuni
Kórløta við rútmum og ljómum úr gospel-og poppheiminum.
11. juni kann áhoyrarin seta seg afturá og njóta løtuna frá norska kórinum SK'ØYEREN. Serliga navnið hava tey fingið á mannamunni, og er ein stytting av "Sangkoret Øyeren". Kórið, sum eru úr Osloøkinum, telur umleið 50 sangarar, og tey hava sett eina summarliga skrá saman á Føroyaferð síni, við - sambært teimum sjálvum - vøkrum popp- og gospeltónleiki. Tað er serliga eldri gospeltónleikur, sum tey framføra, og tað verður spennandi at vita, hvat tað merkir.
Kórið hevur verið á nógvum uttanlandsferðum, og hetta er teirra fyrsta kórferð í Føroyum. Sangararnir eru vælsyngjandi amatørar í aldrinum 20-75 ár. Kórleiðari er Vidar Kjeldsen. Vidar hevur eisini klaverfylgjuspælið og hevur sjálvur lagt tónleikin til rættis.
Konsertin er ókeypis. Vælkomin í Vesturkirkjuna
Bústaður
Vesturkirkjan (Church of Western Tórshavn)
Landavegur 44
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar