Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Marianna Winter við bólki
Útgávukonsert – The More You Know
Tú traðkar inn í hitan. Heimurin steðgar í eina løtu. Sum at liggja undir einari heitari dýnu, meðan vindurin larmar uttan fyri vindeygað. Tað er eitt sindur ræðandi, men eisini eyka lekkurt at liggja inni í kamarinum.
29. mai útgevur Marianna Winter fyrstu heildarútgávu sína The More You Know í fullari longd, og hon ynskir at njóta løtuna saman við tær. Til útgávukonsertina fer Marianna saman við sínum vælsamanspælda bólki og eyka gesta-upptraðkandi at leiða okkum ígjøgnum útgávuna, sum hon hevur skrivað og framleitt saman við Ragnari Finssyni.
Útgávan kennist sum eitt gamalt analog heimaband. Eitt Panasonic mini DV-myndatól, sum hevur fangað allar tær erligu løturnar, og hóast tú vart ov lítil at minnast tær, følist tað sum, tær búgva onkrastaðni inni í tær. Skróv og óljóð av bandinum og digitaliseringini hava avskeplað heildarmyndina og minnið, men kenslan er stjørnuklár enn.
Við einum ljóðheimi, sum sameinar indie-folk, popp og rokk við løtum av inniligum indie-bedroom-popp, er The More You Know eitt soundtrack til uppvøkstur hennara og til øll tey, ið kenna seg mitt ímillum tað, tey vóru, og tað, tey eru um at gerast.
Gleð teg til glitrandi streingjaljóðføri og hjartanemandi tekstir til sangir, ið sita eftir leingi aftan á, at nálin er tikin av. Ein teirra, "Patio", var tilnevndur til Ársins Sang á FMA 2026.
The More You Know er ikki bara ein pláta. Hon er ein avmyndan av merglopi, eitt heimaband aftur í fortíðina og ein roynd at klemma øll tey ófullkomnu brotini í okkum sjálvum.
Ver við 29. mai í Norðurlandahúsinum at hátíðarhalda sangirnar, søgurnar og ferðina. Á pallinum vera:
Marianna Winter: sang, gittar, synthesizer og bass Ragnar Finsson: gittar, ljóðbrot og sang Hjørtur Pætursson Háberg: trummur, ljóðbrot og sang Árni Johannesson: bass, gittar og sang Kristian Pauli Ellefsen: keys, synthesizer og violin Vinjar Egilsnes Petersen: keys, synthesizer og sang
Mynd: Gwenaël Akira Helmsdal Carré
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar