Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Árnafjørður - Katlarnir - Árnafjørður

  • Villagepath-between-Árnafjørður-Toftaskarð-Katlarnir-Áarskarð-Árnafjørður-hiking-lakes-moun
    Tólvmarkaknúkur omanfyri Árnafjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-between-Árnafjørður-Toftaskarð-Katlarnir-Áarskarð-Árnafjørður-hiking-lakes-moun
    Útsýnið uppi frá Sýnini yvir Árnafjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-between-Árnafjørður-Toftaskarð-Katlarnir-Áarskarð-Árnafjørður-hiking-lakes-moun
    Útsýnið frá Toftaskarði oman yvir Svartadal, eystanfyri Árnafjørð. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-16-rnafj-r-ur---nor-toftir-120-img-0125-jpg
    Uppi á Tofaskarði, kanst tú gera eitt lítið rend, nakrar fáar metrar, oman móti Norðtoftum, fyri at njóta avbera vakra útsýnið norður gjøgnum Hvannasund. Mynd: Óli Gardshodn
  • 2020-06-16-nor-toftir---katlarnir---klaksv-k-119-img-0166-jpg
    Katlarnir - gamli tingstaðurin í Norðuroyggjum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-between-Árnafjørður-Toftaskarð-Katlarnir-Áarskarð-Árnafjørður
    Útsýnið á Áarskarði oman móti Klaksvík, sum júst kemur undan til vinstru. Í Bakgrundini Gøtunestindur á Eysturoynni. Mynd: Óli Gardshodn
  • Villagepath-between-Árnafjørður-Toftaskarð-Katlarnir-Áarskarð-Árnafjørður
    Útsýnið yvir Árnafjørð. Gøtan oman til bygdina kann sýnast avbjóðandi uppi í Jørnunum (Ovarustígar), har ein gongur oman gjøgnum kluftirnar í homrunum, til tíðir eftir høgdum trinum, tó allan vegin væl stuðlaður av jarn handlistum. Mynd: Óli Gardshodn
  • forsidumynd-kristof-massoels-kristof-massoels-jpg
    Árnafjørður. Mynd: Kristof Massoels
hike poster

Ein sera vakur, friðsælur og søguríkur túrur, ið byrjar og endar í Árnafirði. Tú kemur eitt nú um Toftaskarð við avbera góðum útsýni, til forna tingstaðin, Katlarnar, og um Áarskarð heim aftur til Árnafjarðar eftir heilt serstøku bygdagøtuni

Fjøllini í Norðoyggjum eru kend fyri at vera høg og grýtut, men eisini serstakliga stórsligin. Brúgvarnar eru breiðar og brattar, og í erva er lítið og onki vallað øki. Partur av túrinum gongur ígjøgnum hetta økið, og túrurin er tí rættiliga knortlutur – serliga oman gjøgnum Toftaskarð.

 

Leiðin byrjar niðri í Árnafirði og gongur niðan gjøgnum nýggju geilina, líka heimanvert (vestan fyri) húsini á Viðurbyrgi 23. 

 

Gøtan er sjónlig í fyrstuni, men tá ið komið verður longri niðan í Svartadal, er hon eitt sindur torfør at síggja. Tó eru nakrir varðar allan vegin niðan. Tað er lætt og sera friðarligt at ganga niðan undir Tólvmarkarknúk, niðan gjøgnum niðasta-, mið- og ovastastíggj og at enda niðan á Toftaskarð. Til ber at ganga nakrar metrar oman ímóti Norðtoftum til tess at fáa enn betri útsýni norður ígjøgnum Hvannasund. Ansið tó eftir, at urðargrótið ikki ryður undan.

 

Halt leiðina fram ímóti Køtlum

Frá Toftaskarði verður gingið beint yvir móti Køtlum, oman gjøgnum skarðið “Uppi á Gjógv”.

 

Í Køtlum møttust menn úr Norðuroyggjum til vártings. Á sløttu helluni rundan um stóra Tingsteinin liggja fleiri aðrir steinar. Hugsast kann, at hesir steinar hava verið nýttir sum sessir hjá tingmonnum ella til eitthvørt annað endamál í samband við vártingið.

 

Halt leiðina fram at Áarskarði

Úr Køtlum til Áarskarð verður gingið niðan á staðið, sum verður kallað Niðari Snæhjalli. Varðar eru, men summir kunnu vera torførir at bera eyga við.


Halt leiðina fram oman til Árnafjarðar

Gingið verður oman ímóti skótahúsunum, har tú finnur gøtuna, sum byrjar millum báðar tunlarnar. Fylg varðunum og ansa væl eftir, tí bratt er í støðum.

 

Gingið verður fram við stóra Grindasteini. Úr bókini “Árnafjørður – Staðarnøvn” hjá Hanusi Poulsen sæst, at Grindasteinur hevur sítt navn eftir, at her róptu teir grindaboð oman til árnfirðingar.

 

Tað er krevjandi at ganga oman gjøgnum Ovarustígar, eisini kallað uppi í Jørnunum. Tú gongur oman við jarngirðingini gjøgnum stíggjarnar, har nøkur av trinunum eru meitlað inn í helluna. Øll gøtan er væl merkt við varðum og prestum við endurskini.

 

Tað er eitt sindur bratt og leyst undirlendi oman fyri Árnafjørð, so her má ansast væl. Annars er gott at ganga allan vegin. Frá tunlunum og oman í Árnafjørð eru eingir prestar at ganga eftir. Her skal gangast tætt fram við sokallaða Minu-húsinum, og haðani oman eftir Válagøtuni, uppi á rygginum, oman til býlingin beint eystan fyri Stórá og kirkjuna. Árnfirðingar bygdu Minuhúsið undir 2. veraldarbardaga sum eitt skjól ímóti minunum, sum róku inn á víkina og sprongdust.


Ongi portur eru út um bøgarðarnar, so neyðugt er at finna hóskandi stað at klíva upp um hegn. Ráðiligt er at hava Gpx-fíluna við sær, so at gingið verður rætta leið út um bøgarðarnar.
 

Árnafjørður - Katlarnir - Árnafjørður

Árnafjørður - Katlarnir - Árnafjørður

Leið 500 (Klaksvík – Viðareiði) koyrur til bæði Árnafjørð og Norðtoftir

Tað tekur áleið 10 minuttir í bili at koyra til Árnafirðar úr Klaksvík 

Parkering, Árnafjørður
Í Árnafirði kann bilurin setast við vegin, har bygdagøtan byrjar – sí grønu linjurnar. Haðan skal gangast eftir bláu strikuni niðan gjøgnum geilina.

  • Villagepath-between-Árnafjørður-Toftaskarð-Katlarnir-Áarskarð-Árnafjørður-hiking-startingpo
    Grønu linjurnar vísa á parkering og bláu linjurnar vísa á byrjunarstað
  • Villagepath-between-Árnafjørður-Toftaskarð-Katlarnir-Áarskarð-Árnafjørður-hiking-startingpo
    Grøna linjan vísir á parkerings øki. Túrurin byrjar niðri í Árnafirði við at ganga niðan gjøgnum nýggju geilina (vestanfyri) Viðurbyrgi 23

Árnafjørður - Katlarnir - Árnafjørður

Árnafjørður - Katlarnir - Árnafjørður

Fakta

path icon
2t 30m

Tíð

path icon
7 km

longd

hilltop peak icon
561 m

Hægsta stað

family icon
653 m

Hæddarmetrar


family icon Ikki hóskandi til børn. Sera nógv grót, sum lætt er at skursla seg í
difficulty icon Avbjóðandi - Tað er krevjandi at fara ígjøgnum 'Uppi á Gjógv' og 'Uppi í Jørunum'
terrain icon Lendið í Árnafirði er vallað niðri við bygdina. So skjótt sum komið verður niðan á gøtuna í 70 m hædd, er lyngur og smágrót á gøtuni. Tað er hampiliga gott at ganga allan vegin niðan á Toftaskarð í 466 m hædd. Áveg móti Køtlum, fram við Uppi á Gjógv og á Áarskarði er nógv leyst grót og bratt er í støðum. Frá Áarskarði og gjøgnum stíggjarnar eru jarnstengur at halda sær í. Millum stíggjarnar er vallað
4°C
11 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours