Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Leynar - Tórshavn

  • Útsýni omanyvir Leynar, har vit beint niðanfyri síggja bøgarðsportrið. Mynd: Óli Gardshodn
  • Frá Setbergi sunnanfyri Leynar, hava vit sera gott útsýni yvir á Skæling og dalirnar Gjáarbotn og Skorðardal. Legg tilmerkis høga óregluliga hamaran. Hetta er Streymoyarsyllin, kend fyri sítt stabbagrót. Mynd: Óli Gardshodn
  • Jarðfrøðiliga er dalurin omanfyri Skæling, kanska serliga Stórareyn og Regnsendin (myndin), sera spennandi. Orsøkin er, at Streymoyarsyllin, sum er eitt óregluligt innskot, sum fer upp og niður í landslagnum og ger hesi spennandi skapini við stabbagróti. Hetta fara vit at síggja fleiri staðni á túrinum til Havnar. Mynd: Óli Gardshodn
  • Stabbagrótið á eystaru síðu á Streymoyarsyllini við Regnsendan. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýni eystanfyri Regnsendan suðureftir móti Skælingsfjalli (767 m.). Til høgru stabbagrótið í Streymoyarsyllini við Regnsendan. Mynd: Óli Gardshodn
  • Brynjumannaborð. Tann sum ikki kláraði at lyfta havinum slapp ikki við í bardaga.. Mynd: Óli Gardshodn
  • Í Mjørkadali kemur gøtan oman á vegin. Haðani verður gingið 2 km. fram við vegnum, yvir til Norðadalsskarð, har gøtan fer niðan undir Stiðjafjall, sum vit síggja ovast til vinstru á myndini. Mynd: Óli Gardshodn
  • Tá vit koma suður móti Norðradalsskarði, síggja vit bygdagøtuna aftur, sum vit so ganga eftir niðan á Norðradalsskarð og haðani niðan á slættan undir Stiðjafjall, sum vit síggja ovast á myndini. Mynd: Óli Gardshodn
  • Meðan vit ganga av Norðradalsskarði niðan á slættan undir Stiðjafjalli (547 m.), hava vit sera gott útsýni oman yvir syðra býling í Norðradali og Dalagjógv við Koltur í baksýninum.. Mynd: Óli Gardshodn
  • Kleynsvarði, uppi undir Húsareyni (345 m.). Her uppi sær ein ofta fólk ríða túrar á teirra hesum. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein langur, áhugaverdur og fjølbroyttur túrur við sera góðum útsýni, har stórur partur verður gingin tætt fram við Oyggjarvegnum.

Um byrjað verður í Leynum, er lutfalsliga lætt at ganga niðaneftir. Tað er vakurt at koma niðan undir Múlan við góða útsýninum suður eftir vestursíðuni á Streymoynni, við Skælingsfjalli, Skælingsbygd, skorunum longur suðuri umframt Koltri í baksýninum. Inni í dalinum vestanfyri sæst sjáldsama Stórareyn, sum er partur av Streymoyarsyllini. Gingið verður inn gjøgnum dalin, tvørtur um hugnaliga Marknagil og haðani niðan undir Regnsendan, tætt undir sjáldsama stabbagrótinum.

Komin vestur um Regnsendan verður gingið suður undir Stórareyni, niðan gjøgnum grýtuta lendið við Regnini og haðani niðan undir Skælingsskarð. Her gongur leiðin niðan í 415 metra hædd fyri á tann hátt at koma niðan um stóra grótbrotið hjá Landsverki. Ver varin! Ikki ganga ov tætt at grótbrotinum, tí tilfarið fram við kantinum er leyst. Gingið verður suður eftir vegnum oman fyri grótbrotið, og í syðra enda á grótbrotinum verður aftur farið út á bygdagøtuna. Við bygdagøtuna stendur ein stórur flatur steinur, nevndur Brynjumannaborð. Søgnin sigur, at steinurin hevur fingið navnið, eftir at norðanmenninir hildu sigursveitslu her, tá ið sunnanmenninir flýddu eftir bardagan í Mannafelsdali. Oman á hesum steininum liggur ein steinur, sum norðanmenninir høvdu til hav, og hann, ið ikki var mentur at hevja steinin upp frá undirlagnum, slapp ikki við hinum í bardagan. Hetta hav má viga uml. 225 kg. Vanligt er, at reiðfólk sunnanífrá, eitt nú á veg til kappríðing við Leynavatn, steðga á og hvíla við steinin.

Gingið verður suður um sýnina til Hórisgøtu. Síðani verður gingið suðureftir um vegin niðan á Sornfelli og haðani oman til stóra varðan við Mjóstíggj. Her er vakurt at ganga við útsýninum yvir á Núgvuna og Mjørkadal og út eftir Kaldbaksfjørðinum. Við Mjóstíggj hevur eitt omanlop tíverri tikið gøtuna við sær, og tað ger tað eitt sindur avbjóðandi at koma tvørturum. Í góðveðri er hetta ikki trupult hjá fólki, sum er væl fyri. Haðani verður gingið oman til støðina í Mjørkadali við Oyggjarvegin.

Frá Mjørkadali ganga vit eftir Oyggjarvegnum. Beint sunnan fyri Neytaskarð taka vit okkum niðan á skarðið, tvørtur um Norðradalsvegin og haðani víðari suðureftir, niðan eftir røðini, niðan á slættan í 400 m hædd eystantil undir Stiðjafjalli. Beint omanfyri eru serstøku Dysjarnar. Hesir heyggjar og grótbunkar hava sín uppruna frá einum serligum náttúrufyribrigdi orsakað av ístrýstinum fyri 10.000 árum síðani. Líknandi Dysjar eru eisini í Sandoynni og Suðuroynni.

Hiðani, og teir umleið 8 km til Havnar er góð gøta allan vegin. Útsýnið er gott og fjølbroytt. Túrurin endar á parkeringsplássinum beint oman fyri grótbrotið við Oyggjarvegin (har brandstøðin heldur til).

Leynar - Tórshavn
Tórshavn - Leynar

Leynar - Tórshavn

Hesar báðar leiðir koyra fram við Leynum:

Leið 100/300 Tórshavn–Vestmanna (700 m at ganga hagar, sum gøtan byrjar).

Leið 300 Tórshavn–Flogvøllurin–Sørvágur (1100 m at ganga hagar, sum gøtan byrjar).

Neyðugt er at biðja bussføraran um at steðga við Leynar, og tað gera teir fegnir.

Tórshavn - Leynar

Leynar - Tórshavn
Tórshavn - Leynar

Leynar - Tórshavn

Tórshavn - Leynar

Fakta

path icon
5t 15m

Tíð

path icon
21 km

longd

hilltop peak icon
420 m

Hægsta stað

family icon
800 m

Hæddarmetrar


family icon Nei. Hóast lætt at ganga, so er tað ov langt (20 km).
difficulty icon Avbjóðandi - Túrurin er avbjóðandi orsakað av at longdin er meira enn 10 km, og at her eru 800 hæddarmetrar. Eitt omanlop hevur tikið gøtuna í bratta Mjóstíggi. Tað verður strangliga rátt frá at ganga gjøgnum Mjóstíggj um veturin, tá ið kavi og/ella hálka er.
terrain icon Vallað og gott lendi allan vegin uttan í Mjóstíggi, har sum omanlop hevur tikið gøtuna. Í einstøkum støðum eitt sindur vátt lendi. Grýtut við Regnini. Leyst tilfar á gøtuni norðan fyri Stiðjafjall.
1°C
7 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours