Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Skeiðsskarð - Norðadalur (fyri Vestan)

  • kiva4087-jpg
    Omanfyri Áarstíggjafoss. Mynd: Kirstin Vang
  • kiva3606-jpg
    Útsýnið av Skeiðsskarði yvir á Skælingsfjall. Mynd: Kirstin Vang
  • kiva3673-jpg
    Útsýnið av Skeiðsskarði oman á Stígareynini og niðanfyri tey, Gjáarbotn. Mynd: Kirstin Vang
  • Skorardalur undir Sornfelli. Mynd: Óli Gardshodn
  • Vakra útsýni av Vatndalsegg oman yvir Oman fyri Stígar. Í baksýninum Hestur, Koltur og Sandoy. Mynd: Óli Gardshodn
  • kiva4075-jpg
    Omanfyri Áarstíggjafoss. Mynd: Kirstin Vang
  • kiva4100-jpg
    Útsýnið omanfyri Áarstíggjafoss, yvir á Níphamar. Mynd: Kirstin Vang
  • kiva4116-jpg
    Útsýnið omanav Áarstíggjafossi. Mynd: Kirstin Vang
hike poster

Ein lættur, fjølbroyttur og umtóktur túrur við einastandandi útsýni.

Frá Skeiðskarð, har túrurin byrjar, er útsýnið frálíkt. Um veðrið loyvir tí, síggjast Vágar og Trøllkonufingur, og høgrumegin stendur 767 metrar høga Skælingsfjall. Vinstrumegin hevur NATO radaraútgerð staðið á Sornfelli, síðani 1963.

 

Ein hálvan kilometur eftir grúsvegnum síggjast stórir klettar og gingið verður inn í grýtut lendið. Her kann leiðin vera torfør at síggja. Leysa grótið kann glíða undan, og gan varliga. Komin upp um Skorðadalsegg, gerst lendið heilt øðrvísi. Valla og lutfalsliga lítið av gróti.

 

Á hesum teininum er farleiðin eisini eitt sindur trupul at síggja, men gøtan rennur saman við gomlu bygdagøtuni millum Skæling og Norðradal, og her eru leivdir frá stórum og vøkrum varðum.

 

Frá Skoradali verður farið uppum Vatnsdalsegg, har útsýnið yvir oyggjarnar er frálíkt. Niðri í dalinum síggjast vøtn. Minst til at ganga vinstrumegin stóra vatnið og ánna framvið vatninum. Har, áin rennur saman við aðrari á, er ein lítil bakki. Gøtan gongur vinstrumegin bakkan. Ein varði markerar gøtana Áarstíggjur, sum gongur oman til Norðradals. Ansa eftir, tí gøtan kann vera hál.

 

Fylg gøtuni inntil farið verður innum bøgarðin.

Skeiðskarð - Norðradalur
Norðradalur - Skeiðskarð

Skeiðskarð - Norðradalur

Túrurin krevur nakað av planlegging av tí at ongin bussur koyrir til, har túrurin byrjar ella endar.

Við skeiðskarð ber til at seta bilin frá sær framvið grúsvegnum (sí bláu linjuna), men her er sera óslætt og best er, um bilurin hevur hóskandi dekk. 

Norðradalur - Skeiðskarð

Tað er eingin bussleið til og frá Norðadali.

Parkering í Norðradali
Koyr heilt inn eftir høvuðsvegnum ímóti niðurlagda alibrúkinum. Vegurin út til niðurløgdu alistøðina í Norðradali er stongdur. Bilurin kann verða settur við stongda portrið og niðaneftir og skal setast tætt inn við hegnið – sí grønu linjuna. Haðan verður gingið eftir bláu linjuni niðan til fyrsta portrið, og har slepst út í hagan – sí bláu linjuna.

Skeiðsskarð - Norðadalur
Norðadalur - Skeiðsskarð

Skeiðsskarð - Norðadalur

Norðadalur - Skeiðsskarð

Fakta

path icon
1t 30m

Tíð

path icon
6 km

longd

hilltop peak icon
500 m

Hægsta stað

family icon
141 m

Hæddarmetrar


family icon Túrurin er egnaður børnum, men um Skoradalsegg og Áarstíggj skal ein verða varin.
difficulty icon Miðal - Túrurin er rættiliga lættur, men Áarstíggj kann virka hættisligt, um tú hevur hæddarræðslu.
terrain icon Í bratta lendinum tvørtur um Skorardalsegg og Vatndalsegg er í støðum leyst tilfar á gøtuni. Norðanfyri Skorardalsegg og oman gjøgnum Áarskarði er bratt og leyst tilfar á gøtuni.
1°C
4 m/s
Veður forsøgn

Available guided tours