Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Hoyvíksgarður - gamla Hoyvíkin

Útisavnið í Hoyvík

Hoyvíksgarður liggur í vøkrum gomlum landslagi stutt út miðbýnum í Havn. Har ber til uppliva ein gamlan føroyskan garð við sethúsum og úthúsum. Søgn er, at sethúsini upprunaliga stóðu í Kúrdali, men at bóndin, sum festi í 1722, flutti tey oman hagar, tey nú standa.

Prísir:

Børn (0 til 18 ár) Ókeypis
Vaksin 80 DKK
Pensjonistar og lesandi 50 DKK
Bólkar 50 DKK per persón (min. 10 fólk)

PLANTUFRØÐILIGI URTAGARÐURIN

Líka síðan víðagitni svenski náttúrufrøðingurin Carl von Linné (1707-1778) kom við vísindaligu navnagávuni av sløgum av lívverum og navngav eina ørgrynnu av dýrum og plantum sjálvur, eru urtagarðar við navngivnum plantum stað- og stovnsettir um allan heim

Endamálið, at vísa fram plantur fyri almenningi og skúlum, hevur verið tað sama síðani; at vísa fram lív­ frøðiliga margfeldi av plantum fyri almenninginum. Annað endamálið er vorðið meira viðkomandi seinnu árini, at varðveita fjøltáttaða arvfeingið í náttúruni í tryggum urtagarðsumstøð­um til okkara eftirkomarar, nú nógv av sløgunum hvørva úr náttúruni.

URTAGARÐURIN Í HOYVÍK

Statens Forsøgsvirksomhed byrjaði í 1920 landbúnaðarroyndarvirksemi í Hoyvík. Reyðmálaðu bygningarnir eru upprunaliga bygdir til virksemið hjá royndarstøðini og hýsa í dag fyrisiting Tjóðsavnsins. Tríggir urtagarðar vórðu tá eisini gróðursettir: ein í Kúrdali, ein kring sethúsini og hesin oman móti Hoyvíkini. Ivasamt er, hvønn leiklut urtagarðarnir høvdu við virksemið á royndarstøðini, tí urtagarðarnir vórðu mest nýttir til prýðisplantur. Tá roynd­arvirksemið helt uppat í 80árunum, fullu urtagarðarnir í órøkt, og hava seinastu árini ligið fjaldir undir runninum, spanskt hindber. Runn­arnir eru nú burturbeindir og urta­garðurin endurnýttur at sýna fram føroyskar plantur. Upprunaliga lá urtagarðurin á Debesartrøð, men í 2020 var hann fluttur niðan til Hoy­víkar, har Tjóðsavnið frammanundan hevur nógv virksemi. Í løtuni eru uml. 200 plantur í og frammanfyri urta­garðin.

Plantufrøðiligi urtagarðurin er opin alt árið og er ókeypis at vitja.

Bústaður

18 Kúrdalsvegur, Hoyvík 188, Faroe Islands

Tórshavn

Hentleikar

  • Søguligt stað
  • Kortgjald
  • Familjuvinarligt
  • Bólkar