Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Kalsoy
Kalsoy er hin vestasta oyggin í Norðoyggjum. Hon er long og mjá, og hóast hon er lítil í vavi, so eru ikki minni enn fimm tunlar í oynni
Kalsoy er hin vestasta oyggin í Norðoyggjum. Hon er long og mjá, og hóast hon er lítil í vavi, so eru ikki minni enn fimm tunlar í oynni. Henda samanseting hevur við árunum givið henni heldur skemtiliga navnið “blokkfloytan”.
Á Kalsoy eru fýra bygdir – norðanífrá: Trøllanes, Mikladalur, Húsar og Syðradalur, og fólkatalið á oynni er um 100 fólk.
Ferðasambandið til Kalsoy er gott. Bilferjan Sam siglir millum Klaksvík og Syðradal fleiri ferðir um dagin. Gott busssamband er eisini millum bygdirnar. Kunna teg nærri um tað á ssl.fo
Syðradalur
Syðradalur er fyrsta bygdin, tú kemur til, tá ið tú leggur at landi í Kalsoy. Hóast Syðradalur er tann av teimum fýra bygdunum á oynni, sum lættast slepst til, so er hon kortini tann bygdin á oynni, ið hevur minsta fólkatalið.
Hinvegin er Syðradalur ein vælumtókt frítíðarbygd, og tað væl skiljandi, tá ið vakurleikin í og rundan um bygdina verður havdur í huga.
Húsar
Á Húsum kanst tú njóta ein dygdargóðan føroyskan bita. Kokkurin kann enntá gera tær ein matpakka, sum tú kanst taka við tær og njóta júst, har tú vilt.
Mikladalur
Mikladalur er víðagitin fyri sagnirnar, ið eru knýttar at bygdini – serliga Páll Fangi og Kópakonan. Ein av mætastu gripunum í Mikladali er standmyndin av Kópakonuni, sum í brimi og logn stendur á Stórakneysa. Hans Pauli Olsen hevur gjørt standmyndina.
Trøllanes
Frá Trøllanesi kanst tú ganga til vitan úti á Kallinum. Haðan kanst tú síggja norðastu Føroyar og hyggja út í havsbrúnna.
Á Trøllanesi kanst tú vitja gomlu smiðjuna og síggja teir á Kallsgarði arbeiða og røkja elligamla handverkið í smiðjuni, sum nú er eitt “economusée”. Gamla smiðjan er í minsta lagi 200 ár – kanska 300 ár, so smiðjusiðvenjan hevur djúpar røtur í bygdini.
Nakrir av bestu smiðunum í Føroyum upp ígjøgnum tíðina eru ættaðir av Trøllanesi og Mikladali, haðan fleiri mæt listafólk eisini eru ættað.
Bústaður
Norðoyggjar
Upplatingartíðir
-
Stongt