Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Korndalur
Í Korndali fáar hundrað metrar í ein útsynning av bygdini eru merkisverdar toftir. Tær eru best varðveittu búsetingarleivdir frá miðøld næst eftir Kirkjubø.
Í Korndali fáar hundrað metrar í ein útsynning av bygdini eru merkisverdar toftir. Tær eru best varðveittu búsetingarleivdir frá miðøld næst eftir Kirkjubø.
Í 1920´unum var ein grúsvegur bygdur gjøgnum forminnið. Tá funnu tey ein rúnastein, men í dag veit ongin, hvat var av honum. Í 1946 vóru toftirnar friðaðar.
Toftirnar hava fornfrøðiligan áhuga. Í 1896 vitjaði danski antikvarurin Daniel Bruun Nólsoynna og skrivaði eina grein, har hann eisini umrøður Korndal. Seinni í 1929 skrivað hann nágreiniligari um Korndal í Fra de færøske bygder. Í 1932 vitjaði Gudmund Hatt, professari í mentanargeografi við Københavns Universitet, toftirnar, og í 1934 norski professarin í fornfrøði Anton W. Brøgger.
Í 1945 gjørdi Sverri Dahl, fornfrøðingur, eitt yvirlit yvir toftirnar.
Søgnin sigur, at ein skotsk prinsessa einaferð búði í Korndali.
Úr bókini hjá Steffen Stumann Hansen
“På vandring i Nólsoys fortid.
Bústaður
283J+P9 Nólsoy, Faroe Islands
Streymoy
Upplatingartíðir
-
Stongt