Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Sørvágsvatn/Leitisvatn
Sørvágsvatn/Leitisvatn eisini nevnt Vatnið liggur í Vágum, og er størsta vatn í Føroyum, 3,4 km2 til víddar.
Vatnið liggur millum bygdirnar Sørvág, Vatnsoyrar og Miðvág. Vatnið liggur í einum av náttúruvakrastu økjum í landinum. Vanligt hevur verið at fiska síl í vatninum. Undir krígnum var vatnið sjóflogbreyt hjá enskum flogførum, og flúgvarabedingin norðantil á Vatninum, ber enn boð um hetta. kallast Leitisvatn í bygdunum eystanfyri vatnið, meðan sørvingar kalla tað Sørvágsvatn. Sørvágsvatn/Leitisvatn liggur í 32 metra hædd í einum breiðum dali millum fjøllini á sunnara parti av Vágum. Vatnið er 3,56 km2 í vídd, uml. 6 kilometrar langt og uml. 800 metrar har tað er sum breiðast. Miðaldýpið er 27,5 metrar og har tað er djúpast, 59 m. Frárenslið er tann stutta Bøsdalsá, sum rennur út av berginum í Bøsdalafossi, beinleiðis á sjógv. Suðursíðan av Vágum er illa jarðslitin og eyðkend fyri bratta bjargalendið, m.a. forbergið Trælanípan, sunnanfyri Bøsdalafoss.
Túrurin út til Bøsdalafoss tekur áleið 1 tíma. Heitt verður á øll vitjandi at ganga eftir høvuðsgøtuni frá móttøkuhúsinum.
Bústaður
Trælanípa, Færøerne
Vágar
Lýsing
Rúmføri: Upp til 50 gestir
Aldursmark: 0 ár
Upplatingartíðir
-
Stongt
Hentleikar
- Familjuvinarligt