Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Torleikastig

Les nærri frágreiðing um torleikastigini niðanfyri.

 

 

Lættur (grønt)

Lætti túrurin krevur ongar serligar førleikar og hóskar seg væl til øll. Oftast er talan um góða gøtu ið hvørki er long (< 3 km) ella ov brøtt/høg (< 300 m.). Talan er um trygga farleið, ið er løtt og góð at ganga, eisini hjá smábørnum.

 


Miðal (blátt)

Miðal túrurin krevur grundleggjandi kunnleika til at ganga á ójøvnum og skiftandi lendi, tú skalt vera hampiliga væl fyri og hava neyðugu útgerðina (m.a. góðar gonguskógvar/stilvar).

Bláu túrarnir kunnu hava strekki, ið eru brøtt og meiri avbjóðandi at koma ígjøgnum. Túrurin er miðal í longd (< 6 km) og í hædd (< 400 m).

 


Avbjóðandi (reytt)

Avbjóðandi túrurin er til roynd gongufólk, ið hava góða orku og sum eru væl fyri kropsliga. Tað er neyðugt at hava røttu útgerðina og skógvarnar til túrin.

Lendið kann vera avbjóðandi við brøttum lendi, grýtutum strekkjum, áum ið ein skal yvirum og øðrum krevjandi strekkjum, ið kunnu krevja at ein t.d. skal klintra eitt sindur.

Onki neyvt mark er á, hvussu høgt ein kemur á avbjóðandi túrunum ella hvussu langur túrurin er.

 


Torførur (svart)

Torføri túrurin hóskar seg bara til sera roynd gongufólk við góðum kropsligum og mentalum førleikum at klára seg í vandamiklum lendi. Tú skalt hava neyðugu útgerðina og góðar førleikar at brúka tekniskar hentleikar, kort og kumpass.

Lendið kann vera uppaftur meiri avbjóðandi enn á reyðu farleiðunum og kann innihalda longri strekki, ið eru avbjóðandi at ganga. Ofta er talan um bratt lendi og/ella langa farleið, ið skal gangast.

Túrurin kann vera vandamikil og hóskar seg bara til roynd gongufólk. Øll onnur verða mæld frá at fara hesar túrar.

Onki evsta mark er á longd ella hædd.

Far aftur til bygdagøtur.fo

Bygdagøtur.fo