Atgongd til náttúru í øðrum londum

Her sæst eitt yvirlit yvir, hvussu okkara grannalond og onnur lond kring heimin hava skipað síni viðurskifti, tá talan er um atgongd til náttúru. Í stuttum kann sigast, at einki land tekur gjald fyri at ganga í náttúru, uttan so, at talan er um tjóðargarðar.

Kanningararbeiðið er gjørt í 2019. Listin er framleiddur við fyrivarni fyri, at vit ikki hava fingið kunning frá øllum londum í heiminum.

 

Norðurlond/oyggjasamfeløg í grannalondum

 

Áland Eingi gjøld á atkomu
Bornholm Eingi gjøld á atkomu
Danmark Eingi gjøld á atkomu
Finnland Eingi gjøld á atkomu
Grønland Eingi gjøld á atkomu
Ísland Eingi gjøld á atkomu
Noreg Eingi gjøld á atkomu
Hetland Eingi gjøld á atkomu
Svøríki Eingi gjøld á atkomu

 

Evropa

 

Frakland Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Italia Gjøld fyri atkomu til onkrar tjóðargarðar
Írland Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Ongland Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Póland Gjøld fyri atkomu til onkrar tjóðargarðar
Skotland Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Slovakia Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Spania Gjøld fyri atkomu til onkrar tjóðargarðar
Sveis Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Týskland Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum
Wales Eingi gjøld á atkomu, heldur ikki í tjóðargørðum

 

Onnur lond

 

Kanada Gjøld fyri atkomu til tjóðargarðar
Galapagos Einans atkomuligt við góðkendum ferðaleiðara í fleiri førum (95% tjóðargarð)
Palau Gjøld fyri atkomu til merkisstøð/oyggj
USA Gjøld fyri atkomu til tjóðargarðar