Triðstørsta útflutningsvinna

Ferðavinnan stóð í 2015 fyri 6,5% av útflutningsvirðinum. Hetta merkir, at ferðavinnan er triðstørsta útflutningsvinnan í Føroyum.

Tíverri eru ikki nýggjari tøl fyri samlaða føroyska útflutningin. Samlaða útflutningsvirðið fyri Føroyar fyri 2016 og 2017 kemur ikki fyrr enn seint í 2019.

 

Kelda: Hagstøva Føroya