Ferðafólkatal

Tíverri finnast eingi hagtøl, sum vísa, júst hvussu nógv útlendsk ferðafólk vitja í Føroyum á hvørjum ári. Kortini eru ymisk hagtøl og ymiskar kanningar gjørdar, sum gera tað møguligt at gera eina meting.

Hagtøl hjá Vága Floghavn vísa, at 377.813 ferðafólk ferðaðust ígjøgnum Vága Floghavn í 2018. Ein skal hava í huga, at hetta talið telur bæði fráferðir og komur. Tey flestu ferðast báðar vegir. Tvs., at hetta talið skal hálverast fyri at geva eina rætta mynd av, hvussu nógv ferðafólk talan er um. Helvtin av 377.813 er 188.906. Stikkroyndir av ferðafólkum á Vága Floghavn, sum starvsfólk hjá Vága Floghavn og Atlantic Airways hava gjørt, vísa, at 30% av hesum eru útlendsk ferðafólk. Um vit siga, at 30% eru útlendsk ferðafólk, svarar tað til 56.671 útlendskt ferðafólk, sum komu til Føroyar flogvegis í 2018.

Vit kenna eisini talið av ferðafólkum, sum komu við ferðafólkaskipum og við Norrønu. Í 2018 var talið av útlendskum gestum, sum komu við ferðafólkaskipum og Norrønu tilsamans 50.510. Starvsfólk umborð á skipunum eru ikki tald við.

Leggja vit tølini saman (útlendsk ferðafólk flogvegis og sjóvegis), fáa vit tilsamans 107.181 ferðafólk í 2018.

1. januar 2019 byrjaði Vága Floghavn at skráseta tjóðskapir hjá ferðafólkum, sum ferðast umvegis Vága Floghavn. Hesi hagtølini fara at gera tað lættari at meta um samlaða talið av útlendskum ferðafólkum til Føroyar í 2019.

 

 

Samanborið við fleiri av smáu oyggjasamfeløgum rundan um okkum, hava Føroyar lutfalsliga fá ferðafólk.

Fleiri hagtøl og frágreiðingar eru at finna í ársfrágreiðingini fyri 2018, sum kann lesast her.