Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Whatson.fo

What’s On samlar øll tiltøk úr øllum landinum á einari síðu, sum ger tað lætt at fáa yvirlit yvir, hvat hendir: Konsertir, framløgur, sjónleikur, matupplivingar og mangt annað.

Á síðuni kanst tú velja ymiskt til og frá, til dømis nær tiltakið hendir, hvar í landinum tað hendir ella í hvørjum bólki, tiltakið hoyrir til.

Kunningin finst á føroyskum og enskum.

“Vit hava havt tørv á einum sjónligum palli, sum samlar øll tiltøk í Føroyum. What’s On er eitt frálíkt amboð til júst hetta. Síðan er løtt og ókeypis at brúka, bæði hjá borgarum og hjá teimum, sum hava tiltøk at leggja út” – Barbara Samuelsen, leiðari í Visit Tórshavn

Fleiri hundrað tiltøk (events) og fleiri enn 400 støð (places) eru skrásett á What’s On.

Skráset títt egna tiltak

Ein og hvør kann skráseta eitt tiltak á What’s On. Skipanina er sera einføld, løtt at brúka.

Øll tiltøk, sum verða skrásett, skulu góðkennast áðrenn tey verða løgd út á What’s On. Kunningarstovurnar kring landið umsita og góðkenna tiltøk, sum verða skrásett í teirra øki.

What’s On er ein sjálvstøðug síða, sum er at finna á síðum hjá kunningarstovum og tíðindaportalum, umframt sum undirsíða hjá Visit Faroe Islands. Nógvir útlendingar nýta What’s On at finna fram til, hvat hendir í Føroyum.

 

Niðanfyri fæst ein vegleiðing um hvussu tú skrásetur títt tiltak/stað á heimsaíðuni.

Tak niður

What's On: skráset tiltak

Tak niður vegleiðing til What's On og skráseting av tiltaki

Les meira

Faldarar

Kunningarskíggjar

Kunningarskelti