Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Closed for maintenance – Føroyar

“Closed for Maintenance, Open for Voluntourism” átakið er útsett til í heyst orsakað av koronu. Kortini verður skipað fyri einari minni útgávu í døgunum 23. – 24. apríl, sum føroyingar kunnu luttaka í.

Arbeiðsuppgávurnar fara í høvuðsheitum at snúgva seg um at gera gøtur, at endurreisa og umvæla varðar og at seta vegvísarar upp, so tað verður høgligari og tryggari hjá føroyingum og útlendskum ferðafólkum at ferðast í Føroyum.

Áleið 60 sjálvbodnir føroyingar fáa høvi at vera partur av arbeiðstoyminum.

Talan er um seks verkætlanir: Tórshavn, Vágar (Mykines), Vágur, Nólsoy, Vestmanna, Fuglafjørður. Hvør verkætlan hevur ein samskipara og ein arbeiðsformann, sum stendur fyri øllum tí praktiska. Les meira um verkætlanirnar her.

Tey, ið taka lut, verða deild upp í bólkar, við millum 8-15 fólk í hvørjum bólki.

Dagurin byrjar við felags morgunmati, og síðani verður farið í gongd við arbeiðið. Møguleiki er at gista á staðnum (uttan eyka kostnað). Matur og veitsla leygarkvøldið er íroknað í kostnaðinum, sum er kr. 200,- fyri hvønn. Eru tit fleiri, ið vilja arbeiða og gista saman, er møguligt at ynskja tað.

Tey fyrstu 60, ið melda til, sleppa uppí part.

Tilmeldingin fer fram við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Tilmeldingin er bindandi. Freistin at melda til er 1. apríl 2021.

 

Fylg við á Facebooksíðuni hjá Closed for Maintenance – Føroyar her: www.facebook.com/ClosedforMaintenanceForoyar 

Filmur frá 2019

Tilmelding

Tilmelding

Meira um átakið

Verkætlanir 2021

Les meira um Closed for Maintenance átakið