Hugskotskapping

Vís ferðafólkið, hvussu tey á tryggan hátt kunnu uppliva Føroyar, og samstundis virða føroysku náttúruna og lokal samfeløgini. Besta hugskotið fær 10.000,- kr. frá Visit Faroe Islands, og um hóskandi, verður møguleiki fyri at menna hugskotið til ein film.

Áhugin fyri Føroyum økist og ferðavinnan stendur í vøkstri. Stórur tørvur er á samskifti at kunna og læra tey ferðandi um føroysk viðurskifti, soleiðis at tey fáa eina betri heildar uppliving av Føroyum sum ferðamál, har trygdin og virðingin fyri umhvørvinum er í hásæti. Tí er henda kappingin sett ígongd.

Tú fær nú møguleikan at menna eitt hugskot til ein film, ið kunnar ferðafólkum um Føroyar og føroysk viðurskifti, við tí endamálið at ferðin í Føroyum verður betri, tryggari og ikki minst stuttligari.

Eitt nú, hvussu kunnu ferðafólk taka atlit til skiftandi veðurlagið, harðligu og viðkvæmu náttúruna og bygda- og gerandislívið. Við øðrum orðum, hvørji atlit tey skulu taka í mun til náttúru, djóra- og fuglalív og fólki í Føroyum.

Einki mark er fyri, hvussu hugskotið skal síggja út, og ei heldur hvør útgerð skal nýtast. Hugskotið kann t.d. verða ein stuttfilmur, eitt storyboard, still myndir ella annað. Tó í mesta lagi 4 minuttir langt, ella í mesta lagi 20 myndir.

Stutt frágreiðing skal fylgja við uppskotinum, har endamál, málbólkur og hendingargongd verður lýst.

Send okkum títt hugskot áðrenn 14. mai 2018 til Aldu Magnussen, [email protected].

Dómsnevnd verður sett at finna bestu hugskotini, ið verða við í kappingini um 10.000 kr. Harafturat verður møguleiki fyri at samstarva við Visit Faroe Islands um at menna hugskotið til ein film, um besta hugskotið er í tráð við visjónir og endamál felagsins.

Vinnarin verður kunngjørdur á Facebook síðuni hjá Visit Faroe Islands seinni helvt av mai 2018. Eisini verða bestu hugskotini sýnd fram á ráðstevnu Responsible Tourism í Sjóvinnuhúsinum 24.-25. mai 2018.

Dómsnevndin tilskilar sær eisini ikki at velja nakran vinnara.

Nærri upplýsingar kunnu fáast við at ringja til Aldu Magnussen á 556133.