Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Skelta Føroyar / 2000-2014

Í 2013 varð farið undir arbeiðið at skelta Føroyar. Tað var samstarv millum Visit Faroe Islands, ALS, kunningarstovur, kommunur og Landsverk.

Verkætlanin byrjaði sum ein roynd í Runavíkar kommunu, har bygdarskelti og bygdagøtuskelti vórðu sett upp. Verkætlanin byggir á arbeiðið, sum Visit Faroe Islands og Landsverk fóru undir í 2000, har tørvurin á skeltum varð lýstur, og ein handbók um skelti varð gjørd.

Í royndarverkætlanini í Runavíkar kommunu fóru arbeiðstøk fólk í ALS skipanini undir at ganga gamlar bygdagøtur, tosa við heimildarfólk, lesa søgubøkur og skriva søgur, sagnir og faktuellar upplýsingar upp. Hesar upplýsingar vórðu síðan týddar til enskt og skrivaðar á skelti. Uppgávan var eisini at útvega loyvi og fáa røttu GPS krosstølini, har skeltini skuldu setast.  Royndarverkætlanin eydnaðist væl, og tilfar til eini 30 skelti varð framleitt. Verkætlanin er liðug, men alt tilfarið er tøkt, og til ber at nýta tað sum fyrimynd fyri tey skelti, ið fara at verða gjørd.

Sniðhondbók fyri skelti

Sniðhondbók fyri skelti & konstruktiónir

Merking av bygdagøtum

Vegleiðing

Um skelting í samband við nátt- og tvátthús, dvalavíkar og tjalding

Les meira

Skelting

Boðskelti

Bygdaskelti