Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Varða- og bygdagøtur

Visit Faroe Islands er farið undir at skráseta og merkja varða- og bygdagøturnar. Tað verður gjørt, so lættari verður at ganga í fjøllunum.

Samstarvað verður við verkstaðin Vón, ið ger prestarnar, sum vísa gøtuna. Prestarnir eru í fimm ymiskum litum. Gongur gøtan sundur skiftir liturin.

Veljast kann ímillum hesar litir: Brandgult, ljósablátt, reytt, brúnt og myrkablátt.
Steyrarnir eru í tveimum longdum – 50 og 60 cm. – alt eftir, hvussu djúpt áskotið er.

Omanfyri sæst vegleiðing til hvussu ein merkir bygdagøtur, gongutúrar og leiðir. Tak vegleiðingina niður her.

Tey, ið ynskja steyrar, kunnu venda sær til kommununa ella kunningarstovuna, ið fáa steyrar frá Visit Faroe Islands við at skriva á teldupost alda(kurla)visitfaroeislands.com ella ringja á 556133.