Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Ferðavinnustuðul til privatar verkætlanir

Í juli 2018 varð nýggj kunngerð um stuðul til ferðavinnumenning sett í gildi, ið gevur Visit Faroe Islands heimild at lata vinnuligum menningarátøkum innan ferðavinnuna fíggjarligan stuðul.

Trýst her fyri at koma til umsóknarblað

 

Vegleiðing (Les eina neyva vegleiðing her)

Endamál við stuðlinum

Endamálið við stuðulsskipanini er at birta undir og stuðla vinnuligum átøkum innan ferðavinnuna, ið stuðla menningini av eini ábyrgdarfullari og burðardyggari ferðavinnu kring alt landið. Stuðulin verður latin til at seta nýggj tilboð og átøk innan ferðavinnuna í verk, ið eru við til at menna nýggj góðsku tilboð og vørur. Tað ber ikki til at fáa stuðul til íløgur ella rakstur.

 

Hvør kann søkja um stuðul

Øll hava møguleikan at søkja um stuðul um niðanfyrinevndu treytir eru loknar, tað verði seg einstaklingar, fyritøkur ella felagsskapir.

Tað er umsøkjarin sjálvur, t.e. ein navngivin persónur, ið hevur ábyrgdina av verkætlanini og øllum samskiftinum, frágreiðingum/eftirmetingum og fíggjarligum viðurskiftum.

 

Treytir fyri at fáa stuðul:

  • Talan er um vinnuligt endamál innan ferðavinnuna, ið er við til at menna og fjøltátta ferðavinnuna í Føroyum
  • Umsóknarblaðið skal vera nágreiniliga útfylt, og øll neyðug fylgiskjøl skulu fylgja við umsóknini, áðrenn umsókn verður viðgjørd
  • Stuðul verður bert veittur verkætlanum ella pørtum av verkætlanum, ið ikki eru settar í gongd, tá søkt verður um stuðulin
  • Stuðulin verður veittur eftir krónu-til-krónu meginregluni. Tað merkir, at ein fortreyt fyri at fáa stuðul er, at umsøkjarin hevur fingið í minsta lagi helvtina av samlaðu stuðulsjáttanini ella fíggingini frá øðrum pørtum (t.d. grunnum, fyritøkum, felagskapum ella einstaklingum). Til ber eisini at útvega helvtina av fíggingini sjálvstøðugt, t.d. við bankaláni.

 

Hvat kann stuðul verða latin til

Allar vinnuligar verkætlanir innan ferðavinnuna, kunnu sum útgangsstøði fáa stuðul.

Tað ber til at fáa “persónligan” stuðul til ráðgeving, skeiðsvirksemi v.m. sum partur av hugskots- og førleikamenningini.

Til ber at fáa stuðul til fysiskar hentleikar ella útgerð við teirri treyt, at teir eru “almenn ogn” og tøkir fyri øll at nýta. Til dømis kann tørvur vera á eini gøtu, beinkjum, eini atløgubryggju, einum útsýnisstaði ella kunnandi skeltum í samband við, at okkurt nýtt tilboð verður sett í verk.

Undir serligum umstøðum ber til at fáa stuðul til innanhýsis lønarútreiðslur, t.d. sum partur av íverksetanini av einum vinnuligum tilboði, tá umstøðurnar tala fyri tí.

 

Umsóknarfreist

Umsókn skal sendast Visit Faroe Islands í góðari tíð áðrenn tiltakið byrjar.
Tá næsta umsóknarfreist er fastløgd, verður aftur lýst við møguleikanum at søkja stuðul

 

Les eina neyva vegleiðing her

Trýst her fyri at koma til umsóknarblað

Sí yvirlit yvir aðrar møguleikar fyri at søkja um stuðul til vinnufremjandi endamál her