Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Ferðavinnustuðul til almennar verkætlanir

Søk um fíggjarligan stuðul til almennar verkætlanir, ið kunnu hækka støði og skipa ferðavinnuna kring landið betri.

Umsóknartreytir:

Íløgan skal hava eitt alment endamál og vera ein ágóði fyri borgarar og ferðavinnuna á staðnum.

Stuðulin verður í flestu førum latin til alment infrakervi ísv. ferðavinnuna, t.d. gøtur, útsýnisstøð, dvalavikar, skelting ella til kunnandi tilfar. Eisini er møguleiki at fáa stuðul til verkætlanarsett starvsfólk í eitt tíðarskeið, t.d. til at framleiða eina menningarætan fyri økið, eins og stuðul kann verða latin til førleiklamennandi endamál.

Stuðul verður sum útgangsstøði latin við støði í krónu-fyri-krónu meginregluni, ið merkir, at kommunan í minsta lagi fíggjar helmingin av verkætlanarkostnaðinum.

Tá avgerð um stuðul verður tikin, verður atlit tikið til:

1. Hvussu stórir menningarmøguleikarnir eru í mun til ferðavinnuna
2. At talan er um eina burðardygga verkætlan, ið tekur atlit til staðbundin viðurskifti
3. At verkætlanin er umhugsað í mun til góðskukrøv, t.d. í mun til val av tilfari og staðseting
4. At stuðulin, so væl sum til ber, verður býttur út á ymisk øki kring landið

Tað er ein fyrimunur fyri umsóknina, um talan er um tvørkommunala verkætlan.

Umsóknarfreist:

Umsóknarfreistin er fríggjadagin 28. juni 2019.

Umsóknir skulu sendast til [email protected].