Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Ferðavinnustuðul til almennar verkætlanir

Kommunur og kunningarstovur hava møguleika at søkja um fíggjarligan stuðul til almennar verkætlanir, ið kunnu hækka støði og skipa ferðavinnuna kring landið betri.

Umsóknartreytir:

Íløgan skal hava eitt alment endamál og vera ein ágóði fyri borgarar og ferðavinnuna á staðnum.

Stuðul verður latin við støði í krónu-fyri-krónu meginregluni, ið merkir, at kommunan (ella kunningarstovan) í minsta lagi fíggjar helmingin av verkætlanarkostnaðinum.

Tá avgerð um stuðul verður tikin, verður atlit tikið til:

1. At verkætlanin hevur eitt greitt ferðavinnuendamál
2. At talan er um eina burðardygga verkætlan, ið skipar ferðavinnuna á staðnum betri
3. At verkætlanin er umhugsað í mun til góðskukrøv, t.d. í mun til val av tilfari og staðseting
4. At stuðulin fellir til tey øki har tørvurin er størstur at seta inn.

Tað er ein fyrimunur fyri umsóknina, um talan er um tvørkommunala verkætlan.

Stuðulin verður í flestu førum latin til alment infrakervi ísv. ferðavinnuna, t.d. gøtur, útsýnisstøð, dvalavikar, skelting ella til kunnandi tilfar. Eisini er møguleiki at fáa stuðul til verkætlanarsett starvsfólk í eitt tíðarskeið, t.d. til at framleiða eina menningarætan fyri økið, eins og stuðul kann verða latin til førleiklamennandi endamál.

Umsóknarfreist:

Umsóknarfreist verður kunngjørd um vári og á heysti.

Umsóknir skulu sendast til [email protected].

 

Umsóknin skal innihalda eina neyva lýsing av verkætlanini, eina tíðarætlan og eina fíggjarætlan. Um umsóknin ikki inniheldur neyðug skjøl ella á annan hátt er ófulfíggjað, verður hon ikki viðgjørd.