Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Frá hugskotið til veruleika

Sum partur av okkara menningarætlan fyri ferðavinnuna fram í móti 2025 ’At menna og varðveita um somu leið’, er hornasteinur #3 ‘Vitan og Førleikamenning’.
Harundir er eitt av átøkunum:

/ Vit fara at menna og seta í verk førleikamennandi átøk kring alt landið at stuðla nýggjum átøkum og vinnuligum tilboðum.

Hollari vitan og førleikamenning er neyðug, vilja vit tryggja dygdargóðsku, so at vit eru kappingarfør mótvegis altjóða leikarum á marknaðinum. – Menningarætlan fram ímóti 2025

Førleikamennandi átøk kring landið verða lýst í miðlinum og á whatson.fo. Haraftrat eru vit á Visit Faroe Islands altíð til reiðar at koma við góðum ráðum og vegleiðingum. Tú kanst venda tær til okkum við at senda teldupost á info(a)visitfaroeislands.fo ella at ringja á +298 666555.

 

10 stig at koma væl frá byrjan, tá ið tú byrjar tína ferðavinnu vøru ella uppliving

 

  1. Gjøgnumgang eina business modell. Fáið Íverksetarahúsið  ella Hugskotið at hjálpa tykkum

Ein virkisætlan hjálpir tær at:

  • byggja og fremja tína framtíðarhugsan og visjón
  • savna fakliga vitan og sannførandi upplýsingar
  • velja betri handilsligar avgerðir
  • vísa íleggjarum, at íløgan er góð
  • veita grundarlagið fyri betri ráðføring
  • vísa, at tú ert álvarsom/álvarsamur og saklig/ur

 

  1. Kanna domæne á nic.fo og bl.fo fyri, at ongin longu hevur ognað sær navnið
  2. Skráset teg á Instagram og Facebook page, soleiðis at tú eigur navnið á sosialum miðlum eisini
  3. Avgerð ein virkisform, skal tú hava eitt Fa, ÍVF, Smápartafelag ella Partafelag. Fá Iverksetanarhús at hjálpa við hesum
  4. Prísáseting. Royn ætlanina og prís við kunningarstovur, Visitfaroeislands, ferðasmiðir og ferðaskrivstovur.
  5. Tryggja tær eina góða bókhaldsskipan ella bókhaldara
  6. Hvar skal vøran bjóðast út? Á tíni egnu heimasíðu, ella gjøgnum onnur: Facebook síðu, GuidetoFaroeIslands, hiking.fo, eatlocal.fo á kunningarstovu síðuni, whatson.fo o.s.fr.
    Herundir er umrándi at tryggja tær at at lýsa vøruna frá síni bestu síðu, við góðum myndum og teksti ið lýsir vøruna ella upplivingina. Hetta kanst tú fáa hjálp til frá áður nevndu lýsingapallum um tað hevur áhugað
  7. Innanhýsis marknaðarføring: minnist til at kunna vinnuna í Føroyum, kunningarstovur, Visitfaroeislands, ferðaskrivstovur os.fr. Bjóðið t.d. teirra starvsfólkum at vitja tykkum og vísið teimum upplivingina
  8. Tá kundin hevur vitjað, minnist til at fáa afturmeldingar, reviews og deil hesi á tykkara síðu
  9. Kundarøkt og víðarimenning. Sendið t.d. eitt jólakort, lurtið eftir afturmeldingum frá gestum og brúki hesar til víðarimenning

les meira

Sigling við ferðafólki

Vegleiðingar

Søk um ferðavinnustuðul

Heimablídni

Regional Information Centres

Events