Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Hálvtíðarstarv sum talgilt marknaðarfólk hjá Visit Faroe Islands

Hevur tú áhuga fyri samskifti, samskipan og sosialum miðlum? Eitt hálvtíðarstarv sum hjálparfólk á Talgildu Marknaðarføringsdeildini hjá Visit Faroe Islands er møguliga rætta starvið fyri teg.

Starvið gevur tær møguleikan at arbeiða í einum spennandi og mennandi altjóða umhvørvi. Tú verður partur av einum toymi, sum arbeiðir á nógvum ymiskum sosialum og talgildum pallum við at samskipa og framleiða tilfar, kunning og marknaðarføring av Føroyum sum ferðafólkaland.

Starvið sum hjálparfólk fatar um:

  • Dagligt samskifti við ferðafólk, altjóða miðlar, myndafólk og onnur
  • At fyriskipa miðlavitjanir
  • At samskipa og skráseta talgilt tilfar
  • At fyriskipa og samskipa uppsløg á sosialu miðlunum

Av tí, at tú dagliga kemur at arbeiða á nógvum ymiskum altjóða pallum og samskifta nógv við fólk kring heimin, er tað av stórum týdningi, at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta á enskum við nógv ymisk menniskju, bæði í skrift og í talu.

Vit leita eftir tær, sum:

  • Hevur áhuga og royndir innan samskifti
  • Tosar og skrivar flótandi enskt – hetta er eitt krav. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini kanst skriva áhugaverdar tekstir til sosialu miðlarnar
  • Hevur grundleggjandi kunnleika um sosialu miðlarnar og dámar væl at arbeiða við hesum
  • Hevur áhuga fyri myndum. Hetta er ein fyrimunur og ikki eitt krav.
  • Hevur førleikar at arbeiða bæði systematiskt og sjálvstøðugt
  • Hevur eyðsýndan røkiskap
  • Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er arbeiðsferðin høg
  • Er fleksibul og ikki bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí
  • Hevur góð samstarvsevnir, er jalig/ur og dámar væl at hjálpa øðrum
  • Hevur grundleggjandi kunnleika um Føroyar

 

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv við nógvum samskifti uttanlands
  • Eitt starv á høgum fakligum stigi, ið tú sjálv/ur verður við til at menna
  • Eitt gott arbeiðsumhvørvi á Visit Faroe Islands
  • At verða partur av einum dynamiskum og eldhugaðum arbeiðstoymi á Visit Faroe Islands, sum er stolt av at marknaðarføra Føroyar

Løn og setanartreytir
Talan er um eitt hálvtíðarstarv og verður sett frá 1. september 2019.

Tú verður lønt/ur eftir avvarðandi sáttmála.

Av tí at talan er um hálvtíðarstarv, er staðsetingin av starvsplássinum fleksibul.

 

Umsókn
Umsóknir til starvið við týðandi avritum skulu sendast til [email protected] ella til:

Visit Faroe Islands, Gongin 9, Tórshavn, 100 Tórshavn
Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 14. juni 2019.

 

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði.

 

Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Bárð Eklund, Talgildur Marknaðarføringleiðari á tel (+298) 556137.