Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Lær at marknaðarføra tína ferðavinnufyritøku á netinum

Hósdagin 28. januar verður fyrilestur um, hvussu ferðavinnufyritøkur kunnu marknaðarføra seg á netinum, serliga á sosialu miðlunum. Øll, sum arbeiða í og eru áhugað í ferðavinnuni, kunnu tekna seg. Visit Faroe Islands skipar fyri.

At røkka fólkum á netinum er í dag vorðið ein treyt fyri, at fyritøkan skal fylgja við í tíðini. Men júst hvussu uppgávan skal loysast kann tykjast torført og vera ringt at fáa skil á.

Visit Faroe Islands skipar fyri einum fyrilestri í komandi viku, ið kann hjálpa ferðavinnufyritøkum, ið selja túrar og vørur til ferðafólk, at røkka sínum málbólkum. Hetta er triði fyrilesturin í røðini.

Á fyrilestrinum fer ein av fremstu serfrøðingunum í Føroyum innan talgilda marknaðarføring, Jákup Brúsa (fyrr Justinussen), fer at greiða frá, hvussu ferðavinnufyritøkur kunnu nýta Google og sosialar miðlar fyri at røkka útlendingum, ið ynskja at vitja Føroyar. Hann fer at geva góð ráð um, hvussu fyritøkur kunnu gerast meira sjónligar júst nú, meðan tað enn er óvist nær fólk aftur sleppa at ferðast til Føroyar. Hann fer eisini at geva luttakarunum innlit í, hvussu “search marketing,” “re-marketing”, “influencer marketing” og lýsingar á sosialu miðlunum kunnu røkka útlendingum.

Fyrilesturin er ætlaður teimum, sum arbeiða innan ferðavinnu, og ynskja at røkka enn betri út til útlendingar, ið ynskja at vitja Føroyar. Hann er eisini egnaður til teirra, sum kundu hugsað sær at vita meira um evnið, ella ynskja at fara undir ferðavinnuvirksemi.

Fyrilesturin verður hósdagin, 28. januar frá kl. 15:30 til 17:00 á Hotel Føroyum. Tiltakið er ókeypis, men neyðugt er við tilmelding.

Tilmelding fer fram á atgongumerki.fo.

Seinasta freist at tekna seg er mánadagin 25. januar kl. 12.00.

Tilfar frá fyrilestrunum, sum longu hava verið, er at finna á heimasíðuni hjá Visit Faroe Islands.

Um Jákup: Jákup Brúsá hevur seinastu 6 árini ráðgivið og hjálpt yvir 100 fyritøkum og stovnum á føroyska marknaðinum við marknaðarføring og samskifti á talgildum miðlum. Hann hevur serliga arbeitt nógv við sosialum miðlum – bæði við skeiðsvirksemi, ráðgeving, átøkum, content-arbeiði – og undirvísir innan hægri nám á Glasi. Jákup hevur lisið BA í Communication & Media (Bournemouth University) og MSc. í Digital Marketing (University of Southampton).