Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

NATA lýsir eftir umsóknum

Nú er møguleiki at søkja um stuðul frá NATA. Øll við áhuga fyri at fremja ferðavinnusamstarv millum Grønland, Ísland og Føroyar kunnu søkja um stuðul til verkætlanir innan hesi øki:

  • Nýskapan og vørumenning
  • Marknaðarføring
  • Kunningarferðir millum ferðavinnuvirki
  • Góðsku- og umhvørvismenning innan ferðavinnu

 

Møguleiki er nú aftur at søkja NATA um stuðul til ferðing til Íslands og Grønlands. Hesi kunnu søkja um stuðul:

  • Skúlaflokkar
  • Ítróttarfeløg
  • Tónleikabólkar
  • Onnur mentanarsamstørv

 

Í 2021 er NATA serliga áhugað í verkætlanum, ið leggja áherðslu á endurskapan av ferðavinnuni eftir Covid-19, burðardygd og talgilding innan ferðavinnuna.

NATA er samstarvsavtala millum ferðavinnuráðharrarnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Endamálið er at menna samstarv um felags áhugamál í ferðavinnu og at styrkja ferðamøguleikarnar og mentanarliga samskiftið millum hesi trý londini.

Umsóknir skulu skrivast á serligt umsóknarblað og skulu vera antin á donskum ella á enskum máli.

Nærri upplýsingar um NATA og stuðulsmøguleikarnar fáast við at lesa vegleiðingina, sum liggur á heimasíðuni ella við at venda sær til NATA á [email protected].

Umsóknarfreistin er 26. februar 2021.

NATA hevur eina heimasíðu, bæði á donskum og enskum, ið hevur tvey oyðubløð, sum skulu nýtast at søkja um stuðul frá NATA. Á donskum eita oyðubløðini “turismeudvikling og markedsføring” og “rejestøtte”.

Umsøkjarar fáa svar 15. apríl 2021. Søkjast kann ikki um stuðul til verkætlanir og ferðir, ið eru av innan 15. apríl 2021.

Les meira

NATA

Onnur tíðindi