Use the icon on pages to add to favourites.

See & Do

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Editorials

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

Events

{{::favorite.region}}

{{::favorite.title}}

{{::favorite.excerpt}}

PR- og samskiftisfólk til Visit Faroe Islands

Visit Faroe Islands arbeiðir við at marknaðarføra og menna Føroyar sum ferðafólkaland.

Í hesum starvinum kemur tú at taka tær av nógvum ymiskum samskiftisuppgávum í felagnum, herundir skriva tekstirnar á heimasíðuni www.visitfaroeislands.com, vera við í arbeiðinum at skapa marknaðarátøk eins og skriva tíðindabrøv og aðrar tekstir.

Starvið inniber eisini nógv samskifti við útlendskar miðlar, eins og leypandi samskipan av útlendskum fjølmiðlavitjanum.

Nakað av ferðing er til tiltøk uttanlands.

Tað er týdningarmikið, at rætti persónurin hevur samskiftisførleikar á sera høgum støði eins og skrivar og tosar flótandi enskt.

Av tí at tú dagliga kemur at hava nógv samskifti við onnur, er tað av stórum týdningi at tú ert jalig/ur og hevur lætt við at samskifta við nógv ymisk menniskju.

 

Vit leita eftir tær sum:

  • Hevur hollar royndir við at arbeiða við samskifti og hevur góð úrslit at vísa á innan hetta øki.
  • Hevur journalistútbúgving ella aðra viðkomandi samskiftisútbúgving
  • Tosar og skrivar flótandi enskt – hetta er eitt krav. Tað er ein fyrimunur, um tú eisini kanst samskifta á fleiri málum, íroknað tey norðurlendsku
  • Er framsøkin, kreativ/ur og brennur fyri at fortelja tær góðu søgurnar um Føroyar og føroyingar
  • Hevur førleikar at arbeiða bæði strategiskt og operativt
  • Er málrættað/ur og hevur seljaralyndi
  • Kanst hava nógvar bóltar í luftini í senn, tí ofta er høg arbeiðsferð
  • Er fleksibul og ikki bangin fyri at veita eina hjálpandi hond, tá starvsfelagarnir hava tørv á tí
  • Hevur góð samstarvsevni og eitt positivt lyndi

 

Vit kunnu bjóða tær:

  • Eitt spennandi og avbjóðandi starv við nógvum samskifti úteftir
  • Eitt starv á høgum fakligum stigi, ið tú sjálv/ur verður við til at skapa
  • Eitt gott og ljóst arbeiðsumhvørvi í hjartanum av gomlu Havnini
  • Tú verður partur av einum toymi, sum saman við vinnuni myndar altjóða marknaðarføringina av Føroyum sum ferðafólkaland og innlendis ferðavinnumenningini í Føroyum.

 

Løn og setanartreytir
Fast starv har tú verður lønt/ur eftir avvarðandi sáttmála.

Umsókn
Umsóknir til starvið við týðandi avritum skulu sendast til [email protected], ella til:

Visit Faroe Islands, Att: Guðrið Højgaard, Gongin 9, Postsmoga 118, 110 Tórshavn
Umsóknir skulu verða Visit Faroe Islands í hendi í seinasta lagi 30. Nov. 2021.

Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Starvið verður sett skjótast til ber.

Áhugaðir umsøkjarar kunnu frætta nærri um starvið við at seta seg í samband við Guðrið Højgaard, stjóra á tel 55 61 35 ella við teldubrævi til [email protected]