Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Haraldssund - Skarð

  • Kunoy
  • Skarð hevði eisini eitt neyst við Búðadalsá, 2,5 km. sunnanfyri bygdina, har viðurskiftini vóru betri í ringum veðri. Hinum megin fjørðin síggja vit grøna bøin á Skálatoftum, sum saman við Skarð báðar eru avtoftaðar bygdir. Mynd: Óli Gardshodn
  • Útsýnið við Mataránna, oman yvir avtoftaðu bygdina Skarð. Hinumegin fjørðin síggja eitt sindur til høgru á myndini, Ásugjógv, sum tey brúktu sum neyðhavn, tá tey ikki vóru før fyri at rógva heim. Inni í gjónni var sandstrond at draga bátin niðan á. Mynd: Óli Gardshodn
  • Gøtan oman á Kleivina, lendingin á Skarði. Mynd: Óli Gardshodn
  • Kleivin, lendingin á Skarði. Ikki serliga lagalig og uttan vernd móti havaldunum. Mynd: Óli Gardshodn
  • Minnisvarðin á Skarði, til minnis um menninar sum í 1913 fórust við Skarðsbátinum. Mynd: Óli Gardshodn
hike poster

Ein stórsligin túrur fram við sjóvarmálanum til avtoftaðu bygdina Skarð, sum fekk tunga lagnu.

Túrurin byrjar við bátahylin í Haraldssundi norðast í bygdini. Tað kann vera eitt sindur ringt at finna gøtuna, men tá ið tú hevur gingið eitt petti fram við bakkanum, verður hon sjónligari. Nógv gil og áir eru á veg norður. Ver ansin, har hellan er hál.

 

Nógv samband var millum Haraldssund og Skarð, og gøtan bant bygdirnar saman í øldir.

 

Óvist er, hvussu gomul bygd Haraldssund er. Hildið verður, at bæði Haraldssund, Kunoy og Skarð eru elligamlar bygdir. Haraldssund er kyrrupláss, og í gomlum døgum høvdu allar bygdirnar í Kunoy neyst í Fiskimøl beint sunnanfyri, har tunnilsmunnin er í dag.

Gøtan til Skarðs er hugtakandi, tí hon gongur so tætt við sjóvarmálan. Her hoyrir tú aldurnar skvatla inn móti klettinum, og oman fyri teg reisast hamrarnir og ørandi fjøllini. Kunoy er javnt hægsta oyggin í Føroyum og eigur ikki minni enn seks av teimum 10 fjøllunum oman fyri 800 metrar. Illgongt er nógvastaðni, og ráðiligt er ikki at fara í fjøllini í Kunoy uttan staðkendan ferðaleiðara.

 

Tá ið tú hevur gingið á leið 1½ km, kemur tú til Skarðsmannastíggj. Her plagdu skarðsmenn at fara upp, tá ið teir høvdu verið á útróðri við haraldssundsmonnum. Fyrst høvdu teir lagt veiðuna upp á Skarði og róðu so við haraldssundsmonnum suður til stíggin, haðani teir gingu norður aftur á Skarð.

 

Skarðsmenn høvdu neyst í Búðadali, og toftirnar av tí síggjast framvegis beint norðan fyri Búðadalsá, sum var gamla markið millum bygdirnar báðar. Tá ið ov ókyrt var á Skarði, brúktu skarðsmenn Búðadalsneystið ella róðu til Haraldssunds.

 

Eftir einar fimm kilometrar sært tú Skarð og húsatoftirnar, sum tykjast evarska smáar niðri við bakkan. Meðan vit ganga inn í Skarðdal, koma 500 m høgu røkurnar undir Kúvingafjalli og Middagsfjalli alt meira og meira undan. Og tá ið vit koma yvir til Skarð, síggja vit beint niðan i hetta stórbæra Skarðið við Føroya størstu gjógv, grýtutu Skarðsgjógv.

 

Fylg gøtuni norður til bygdina, fram við sjáldsama fossinum í Skarðdalsá. Hinumegin sundið er Skálatoftir, ið eisini er avtoftað bygd. Gingið verður fram við bøgarðinum í erva, til vit brádliga koma til tær mongu húsatoftirnar.

 

Frá bygdini er góð gøta oman á Kleivina, har til ber at síggja, hvussu ólagaligt tað hevur verið hjá skarðsfólki at flota bát.

 

Tá ið skarðsmenn tollaksmessudag í 1913 vóru til útróðrar, brast illveður brádliga á, og teir vunnu ikki inn aftur. Báturin gekk burtur við sjey monnum. Bygdin misti í einum høggi allar arbeiðsførar menn. Lívið gjørdist so tungt, at bygdin í 1919 varð avtoftað. Ein minnisvarði er reistur á Skarði yvir teir sjólátnu.

 

Gev tær stundir at njóta kvirruna og góða útsýnið á Skarði, áðrenn gingið verður heim aftur.

 

Haraldssund - Skarð

Haraldssund - Skarð

Leið 504 koyrir til Haraldssund:
https://www.ssl.fo/fo/ferdaaetlan/bygdaleidir/500-504-klaksvik-kunoy/

Góð parkeringsviðurskifti eru í norðara enda í grótbrotinum í Haraldssundi.

Set bilin oman móti sjónum, so at tú ikki sperrar fyri atgongd til útgerð og útbúnað, sum liggur í ovaru síðu í grótbrotinum – sí grønu linjurnar. Gakk haðani norður eftir vegnum, út gjøgnum bøgarðsportrið, sum er 75 m haðani – sí bláu linjuna.

Haraldssund - Skarð - Kunoy

Haraldssund - Skarð - Kunoy

Fakta

path icon
4t 0m

Tíð

path icon
13 km

longd

hilltop peak icon
50 m

Hægsta stað

family icon
760 m

Hæddarmetrar


family icon Nei – ikki hóskandi fyri børn.
difficulty icon Avbjóðandi - Fyri tað mesta er gott og vallað lendi allan vegin. Í støðum eitt sindur vátt, serliag tvørtur um tey mongu gilini.
terrain icon
1°C
10 m/s
Veður forsøgn
#

Available guided tours