Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Hjá MorMor
Hjá MorMor er gula húsið, við lítlari seymistovu, café & tiltøkum & gisting
Hjá MorMor er gula húsið, Undir Heygnum á Tvøroyri, við lítlari seymistovu, café og kømurum til gisting!
Húsini eru frá 1890, og flestu tvøráfólk kenna tey sum húsini hjá MorMor - Laurinu Voksnæs Hansen - sum var úr Skagen og giftist hagar.
Café’in er opin uml. 3 dagar um vikuna frá mai - september. Um veturin hava vit eisini eitt sindur caféopið og tónleika- og onnur mentanartiltøk við hvørt. Hesum lýsa vit við á Facebook.
Hjá MorMor leggja vit okkum eftir at borðreiða við heimagjørdum mati úr góðari rávøru. Vit baka breyð og køkur, gera suppur v.m.
Bústaður
Undir Heygnum 38
Suðuroy
Upplatingartíðir
-
Stongt