Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Aggrasoppar og Viðarr í OY

Aggrasoppar og Viðarr í OY

Eitt hitt stórsta føroyska satsið úti í heimi í løtuni er bólkurin Aggrasoppar. Tey hava framført á G! trý tey seinastu árini. Tey fingu í lag sáttmála við bókingarfelag í Frankaríki, Voulez Vous Danser, í 2023.

Allastaðni har tey koma vekja tey stóran áhuga. Rættiliga merkisvert, tá ið tú hugsar um, at tey rappa og syngja á føroyskum, og hava undarligar tekstir. Men jú, so hugtakandi er teirra framførsla, at hon brýtur málslig mørk.

Og tey spæla eisini heilt ólukksáliga væl á pallinum - tað er bergtakandi. Tað er óskikkiligt og gott í senn. Til FMA trý tey seinastu árini, hava tey eisini gjørt um seg við fleiri tilnevningum. Aggrasoppar hava útgivið tvær plátur og spælt eina ørgrynnu av konsertum í Føroyum og runt í Evropa. Eftir at hava spælt á The Great Escape í Brighton í fjør, vóru tey kosin at vinna The Steve Strange Award við eini peningagávu á 4000 evrur, fyri at vera tað mest spennandi navnið á festivalinum.

Í 2023 vunnu tey eisini Sement her heima, og nú koma tey endiliga at spæla eina mergjaða konsert í OY 5. oktobur, har ungi listamaðurin úr Klaksvík, Viðarr, sum gjørdi um seg á Sement 2024, við sínum heimagjørdu elektropoppløgum, fer at standa klárur á pallinum at hita tykkum upp,áðrenn tey trína á pallin.

Atgongumerki kosta 150 kr og tiltakið byrjar kl. 21.00.

Bústaður

OY Brewery

4

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar