Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Alla nátt – 50 ár við Hjarnar

Heiðurskonsert í Varpinum

Í meiri enn 50 ár hevur rokkbólkurin Hjarnar sett dagsskránna í Føroyum, og nú verður skipað fyri stórari heiðurskonsert í Varpinum, fríggjakvøldið 7. november, kl.21



Tiltakið verður skipað sum eitt langt tónleikakvøld í Varpinum, har Hjarnar fer á pall at spæla allar teir kendur sangirnar upp gjøgnum árini. Eisini verður tónleikaupplivingin krydda við væl kendum gestatónleikarum, sum fara at útleggja nakrar av kendu sangunum hjá Hjarnar.

Hjarnar byrjaði eins og allir aðrir rokkbólkar í Klaksvík – tá ið tíðini – í einum kjallara, men teir vandu meira, keyptu betri ljóðføri og trimmaðu pallframførsluna við Karl Martin Samuelsen á odda.

Bólkurin byrjaði við at spæla tey kendu løgini, sum tá vóru spæld á Radio Luxembourg, men fóru síðani at gera egin løg og tekstir, sum eisini fóru beint inn í hjarta á mongu tónleikafjepparunum.

Hvør hevur ikki sungið ella skrálað við til sangin “Alla nátt” tá ið lagið hevur verið gott, ella stóra altjóða hittið “Breaking my heart”, sum kom upp í toppin á kendur radiostøðini, Radio Luxembourg, í 1985.

Konsertin er ein heiðran av bólkinum, søguni, frambrotunum og týdninginum, bólkurin hevur havt fyri tónleikin í Klaksvík og Føroyum, samstundis sum tað er ein stór tónleikauppliving.

Bústaður

Varpið

2 Klaksviksvegur

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar