Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Altjóða KIP dagur 2026 - Bint í almenninginum
Kom við okkum á trappuna í Vágsbotni, á altjóða degnum fyri "Bint alment"
Dámar tær væl tógv og at binda ella hekla?
So kom til Bint alment (altjóða heiti er WWKIP: World wide knit in public) tiltakið á trappuni í Vágsbotni. Hetta verður 3. ferð skipað verður fyri tiltakinum í Havn.
Tiltakið er ókeypis og hevur til endamáls at savna øll bindi- og tógváhugaði. Tá fleiri fólk innan sama áhugamál eru savnað eru bæði lærdómur og nýggj vinarbond at finna. Okkara vón er at hitta royndar og óroyndar bindarar og tógvelskarar í øllum aldri og úr øllum landinum!
So tak stokkarnar ella heklinálina við í taskuna, bindivinin undir armin og kom ein túr oman á trappuna at hugna tær saman við øðrum tógváhugaðum!
Deilið tiltakið við tykkara bindivinir og tey sum tú ynskir at hava við tær.
Vit vóna at uppmøtingin verður líka góð í ár sum undanfarin ár ella kanska betri!
Gott at hava við:
- Sitipútu! Steinarnir eru kaldir og harðir at sita á, og um tú ætlar at sita líka leingi sum eg, so er hendan eitt must.
- Termokrúss! Eg klári meg í hvussu so er ikki so nógvar tímar uttan ein kaffimunn.
- Stokkar/heklinál! Ein sjálvfylgja, men skuldi tú gloymt tað, so ert tú vælkomin hóast alt.
Vit síggjast!
Bústaður
Vágsbotn
Vágsbotn
Tórshavn
Hetta tiltakið er skipað av
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar