Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Ævintýraferðin á ólavsøku - Lear Kongur
Ævintýraferðin á ólavsøku - Lear Kongur - Kongalig vitjan á Amtmansborgini!
Kongalig vitjan á Amtmansborgini! Á ólavsøku í ár verður forkunnug framførsla á Amtmansborgini í Havn til børn og barnsligar sállir. Tað eru teir báðir Dánjal og Búi, ið fara at siga frá tí snedigu og syrgiligu søguni um Lear Kong.
Framførslan, ið er bygd á ein heimskendan leik hjá Williami Shakespeare, snýr seg um ein gamlan kong, ið eigur tríggjar ómetaliga óargaligar døtur, ið skikka sær óvanligani illani. Ja, tær tríggjar døturnar skikka sær so mikið illani, at Lear Kongur at enda gerst púra ørur í høvdinum og rýmur úr borgini.
Hvat tær gera móti honum? Ja, tað noyðist tú at vitja Amtmansborgina í Havn fyri at finna útav.
Avdúkast kann, at Lear Kongur er ein sorgarleikur, ið er ovurfullur av ættarklandri, kríggi, drápi og øðrum kongaligum fyribrigdum, ið fara at fáa teg at øtast og siga “uh!” og “ah!” og “oh!”, men eisini at flenna og kanska enntá fella eitt tár.
Við tónlistarligum og leiklistarligum snildni, fara Dánjal og Búi at geva børnum á ólavsøku innlit í tann undrunarverda heim, sum skaldið William Shakespeare hevur skapt, og sum enn stendur sum ein óvikaligur varði innan heimsins skaldaverk.
Kom niðan í ta stásiligu Amtmansborgina í Havn á ólavsøku!
Av tí at hølini í Amtmansborgini eru so serlig, er tað avmarkað atgong (50 fólk pr. sýning).
Bústaður
Amtmandsborgin
6 Amtmansbrekkan
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar