Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Boreali Land
FJØLMENTANARVIKAN 2026: Dansiframsýning
Hvussu hevði tað verið at traðka inn í norðlýsið? Spakuliga at latið norðlýsi spakuliga vakna til lívs rundan um teg? Uppliv spennandi dansi- og familjusýning um norðlýsið í sambandi við Fjølmentanarvikuna. Aftaná leikin fortelur leikarin, Anna Borràs, stutt um verkið og sítt kreativa arbeiði. Luttakarar sleppa haraftrat at royna seg eitt sindur í samtíðardansi.
Boreali Land er ein dansiframsýning og ein hugleiðandi ferð, ið fær íblástur úr eitt tí mest sjáldsama náttúrufyribridginum: norðlýsinum. Við samtíðardansi, myndum, ljósi, ljóði og sansaligum upplivingum verða áskoðarar bodnir at granska rúmið sum eitt arktiskt landslag.
Eingi orð verða nýtt at fortelja søguna. Í staðin breiður upplivingin seg út gjøgnum kroppin og sansirnar. Litir koma og fara, ljóð og tøgn broyta rúmið, og rørslur vekja hugmyndir um duldar náttúrukreftir.
Áskoðarar kunnu sita ella ganga runt í rúminum, hyggja, lurta, anga, og lata hugflogið ferðast. Boreali Land er ein innbjóðing at uppliva náttúruna gjøgnum dans, og eitt høvi at hava eina løtu av undran, forvitni og stillari uppdaging saman.
Anna Borràs Company framførir dansileikin Boreali Land. Dansarin Anna Borràs er spanióli, vanliga búsitandi í Svøríki, og útbúgvin samtíðardansari. Sýningin er partur av skránni fyri Fjølmentanarvikuna í Norðurlandahúsinum.
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar