Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Bragdið Top Run 2024

Vælkomin til Bragdið Top Run 2024

Bragdið skipar fyri 20. TOP RUN sunnudagin 7.juli kl. 13:00. Øll eru vælkomin at luttaka. TOP RUN er motiónsrenning. Tað vil siga, at øll, sum javnan motiónera, kunnu vera við. Nærum øll sum hava luttikið í TOP RUN hesi árini, hava gjøgnumført renningina, so tað er ikki ein ógjørlig uppgáva.

TOP RUN er ein avbjóðing, tí teinurin er móti brekku nærum allan vegin.Tíðaravmarkingin er 1 tíma og 45 min. Renningin byrjar við Effo-støðina í Kollfjarðardali (75 metrar yvir havinum) og endar á Sornfelli (680 metrar yvir havinum), eitt strekkið á 9,8 km. Renningin verður býtt sundur í fýra bólkar og luttakarar skulu vera fyltir 14 ár fyri at luttaka:

* Menn 14-39 ár

* Menn yvir 40 ár

* Kvinnur 14-39 ár

* Kvinnur yvir 40 ár.

Trý tey fyrstu í hvørjum bólki fáa heiðursmerki, men øll, sum gjøgnumføra, fáa hvør sítt luttakarheiðursmerki, sum er gjørt til høvi. Luttøkugjaldið er 150 kr. við on-line tilmelding. Seinasta freist at melda til on-line, er leygardagin 6. juli kl. 22.00. Tilmelding kann eisini fara fram á Effo støðini í Kollfjarðadali frá kl. 12:00 til 12:30, á kappingardegnum. Tá er prísurin tó 200 kr.

Tá komið er á mál, er okkurt leskandi at fáa inni í fjallinum (gamla Nato bunkarinum). Skiftiklæðir verða koyrd niðan á Sornfelli, meðan runnið verður og kunnu heintast har, tá komið er á mál. Bussur koyrir luttakarar omanaftur aftaná renningina.

Gevið gætur! Fyri at koma við á úrslitalistan og fáa luttakarheiðursmerki, mugu luttakararnir verða komnir á mál kl. 14.45.

Bústaður

Bragdið

15 Inni í Firði

Streymoy

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar