Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Brekkuferðgar á ferð (FO)

Fyri fyrstu ferð trína BREKKUFEÐGAR á pall saman

Fyri fyrstu ferð trína BREKKUFEÐGAR á pall saman. Við sær hava teir Kristian Paula Ellefsen og Rógva á Rógvu. Teir báðir er bæði blíður og týðir, skemtiligir og ikki minst, sera musikalskir.

Hans Petur hevur funnið saxofoninar fram, hevur verið á skipasmiðjuni og bankað rustin av teimum, so nú eru tær sum nýggjar.

Bastian Fossá í Brekkunum spælir kontrabass og el-bass og gongur á talentbreytini í frálíka Skt. Annæ studentaskúlanum í Keypmannahavn. Eisini er hann fastur limur í Copenhagen Youth Jazz Orchestra, ið er talentorkestur hjá DR-Big Band.

Konsertin er í tveimum pørtum. Fyrri partur er lurtaravinarligur við løttum melodiskum norðurlendskum jazztónleiki, krydda við amerikanskum brellbitum.
Seinni partur av konsertini er funky, popput og dansivinarligur tónleikur hjá m.a. David Sanborn og Mezzoforte.

Hans Petur í Brekkunum, Alt- og tenorsax
Bastian Fossá í Brekkunum, kontrabass og el-bass
Kristian Pauli Ellefsen, klaver og keyboard
Rógvi á Rógvu, trummur

Bústaður

Maggies Café

Válagøta 26

Streymoy

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar