Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Circular Faroe Tales

  • vat liggur eftir, tá vit fara hiðani? Hvat fara komandi ættarlið at halda um okkum og tað, vit leggja eftir okkum?

Summarframsýningin 2024: Hvat liggur eftir, tá vit fara hiðani?

Hvat liggur eftir, tá vit fara hiðani? Hvat fara komandi ættarlið at halda um okkum og tað, vit leggja eftir okkum?

Svensku-týsku listamenninir, brøðurnir Christoph & Sebastian Mügge, hava við Circular Faroe Tales gjørt eina framsýning, sum rúmar eina rúgvu at søgum, lutum og slóðum eftir føroyingar. Í framsýningini eru m.a. brúktar tannbustir og skrovbein og kjálkabein av seyði. Lutirnir eru fingnir til vega til júst hetta høvið. Myndirnar eru úr myndasavninum hjá Tjóðsavninum.

Framsýningin er ein sirkuler frásøgn og er eisini skipað soleiðis. Søgan endar, har hon byrjaði, og byrjar har, hon endaði, og nýtir ymisk klingrut skap í Føroyum.

Frásøgnin vísir áskoðarunum dýrgripir, rusk, sannroyndir, ímyndir, sannleikar og misskiljingar, sum saman eru eitt endurljóð av skiftandi virðum og raðfestingum, sum hvørt ættarlið hevur sum eyðkenni.

Um listamenninar
Sebastian og Christoph Mügge eru føddir í Týsklandi, men búgva nú í Svøríki. Sebastian tók MFA-útbúgving á Umeå Kunstakademi í 2011, og Christoph las á Kunstakademie Düsseldorf og tók prógv haðani í 2013. Burtur úr teirra samstarvi spíra stórfingnar staðbundnar verkætlanir, við einum blandi av lutum, sum teir hava funnið, og teirra egna serstaka tilfari. Temuni í framsýningunum eru m.a., hvussu tvístøður ávirka okkara gerandisdag, okkara ítøkiligu og okkara talgildu slóðir, sum vit leggja eftir okkum, tá vit eru farin hiðani, avbjóðingin við søguskriving og reingjan av søguligum veruleikum. Skemt og øðrvísi veruleikar eru vavdir saman við sannroyndir og máa burtur markið millum veruleika og fantasi.

Saman hava teir havt framsýning á Space52 (Athen, GR), Galleri BOX (Gøteborg, SE), Galerie Fontana (Amsterdam, NL), Museum Villa Rot (DE), Plateforme (Paris, FR), DG Kunstraum (München, DE), The Koppel Project (London, UK), Ostrale Biennale (Dresden, DE), Sinne (Helsinki, FI), PARTcours Biennial (Brussels, BE), Æther (Sofia, BG), Kunstverein Baden (Baden, AT), Kristianstads Konsthall ( SE), Vestfold Kunstsenter (Tønsberg, NO), Södertälje Konsthall (SE), OK Corral (København, DK), DAS ESSZIMMER – rum for kunst+ (Bonn, DE), Meno Parkas Galerija (Kaunas, LT), Periscope (Salzburg, AT) og P8 Gallery (Tel Aviv, IL).

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur