Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Deiggj 45 ár - konsert á Reinsarínum


Í september 2026 eru 45 ár liðin, síðani bólkurin Deiggj av Tvøroyri sá dagsins ljós.
Deiggj hevur øll árini spælt javnt og samt. Stutt fyri jól í 2023 lat bólkurin nýggju útgávuna “TÍД úr hondum, og hon hevur verið nógv at hoyra í útvarpinum. Serliga eru tað stakløgini “Ein sangur til lívið”, “Hví grætur tú”, “Í viðarlundini” og “Kom, lat okkum dansa”, sum hava verið nógv frammi.
Deiggj góvu eisini út eina LP í 1985, og fleiri av hesum løgunum verða framvegis spæld, tá ið deiggjarnir spæla til dans og konsertir – eitt nú lagið “Prúða land”, ið man vera tað kendasta lagið hjá Deiggj.’

Deiggj hava sín uppruna á Tvøroyri. Tveir froðbingar og fýra tvøramenn mannaðu bólkin. Nú, skjótt 45 ár seinni, spæla teir enn við Deiggj og eru framvegis bestu vinmenn. Fýra av upprunalimunum eru enn við í bólkinum, og teir feskastu deiggjarnir hava spælt við í ávikavíst 26 og 17 ár. Deiggj hava øll hesi árini verið ein sera virkin bólkur og hava eisini onkuntíð spælt uttanlands.
Í mong ár hevur Deiggj verið ein nógv umbiðin coverbólkur við serligum denti á løg hjá m.a. Uriah Heep og Deep Purple. Eisini hava teir framført eitt sokallað Gasolin’-show.

Seinast Deiggj høvdu eina konsert, var í Maggies í Nólsoy í 2025. Hendan konsertin varð útseld eftir fáum døgum. Á Reinsarínum ber eisini til at ogna sær nýggju LP’ina “TÍД.

Teir, ið manna Deiggj, eru:
Dennis Lave – sang
Fróði T. Vestergaard – sang, tangentar og kassagittar
Páll Holm Lave – gittarar og kór
Pætur Mohr Dam – tangentar
Sverri Heinesen – bassgittar
Rani H. Christiansen – trummur

Umframt hesar verða møguliga onkrir gestatónleikarar við á konsertini.

Bústaður

Reinsaríið

7A Tórsgøta

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar