Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Djóragarðurin í Kunoy hevur opið

Kom og vitja øll tey fittu, snedigu og undrunarverdu djórini í heystferiuni

Vit hava opið aftur í ár. Og sum ikki einaferð er heyst og halloween huglag um tað heila.
Kom og vitja øll tey fittu, snedigu og undrunarverdu djórini í heystferiuni. Tey eru ikki hættislig hóast onkur síggja eitt sindur hættislig út. Nøkur eru loðin, nøkur eru ikki, summi svimja og summi kunnu sveima ímeðan onnur dáma best at liggja og sóla sær og at eta. Og so eru tað tey stóru djórini sum mugu vera úti, tí tey passa also ikki inn.
Ímeðan man vitjar kann man keypa sær kaffi/té/saft og okkurt gott aftur við.
Eisini ber til at keypa okkurt hándgjørt sum nøkur av okkum putlast við at gera tá tíðin er til tað.
Vit plaga eisini at hava ponyríðing, og tað hava vit eisini hesa ferð um veðri verur til tað.
Og minst til, her er onki halloween pynt sum er farligt ella sum man blívur kløkkur av.
Vit hava opið frá kl 15 til 19 Mánadagin til fríggjadagin og Leygardagin frá kl 14 til 18.
Vaksin 50 kr
Børn 25 kr
Kaffi/té/saft og okkurt aftur við 10 kr
Ponyríðing 20 kr (um viðrar)

Bústaður

Djóragarðurin í Kunoy

12 Millum Garðarnar

Norðoyggjar

Hetta tiltakið er skipað av

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur