Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Eivør – útgávukonsert

Standikonsert

Eivør gevur nýggja plátu út í heyst!
Síðan síðsta fløgan ENN kom út, hevur Eivør spælt í Evropa, Norðuramerika, Avstralia, Nýsælandi og Kina, og heimurin hevur av álvara latið eyguni upp fyri Eivør. Men at framføra á heimavølli er altíð nakað heilt serligt.
Nú ein nýggj pláta kemur út, fer hon at hava útgávukonsert her í Norðurlandahúsinum, áðrenn hon fer víðari á altjóða konsertferð við 47 konsertum.
Á konsertini framførir Eivør saman við bólki sínum fyrst og fremst sangir av nýggju plátuni, men vit fara eisini at hoyra nakrar av klassikarunum.
Fyrsta staklagið, Healer, er útkomið, og við tí letur Eivør dyrnar upp til eitt nýtt kapittul, sum er grundað á sárbarleika, styrki og broyting. Ikki bara Healer, men fløgan sum heild er persónligari og meira beinleiðis. Hon er eisini – eins og aðrar útgávur hjá Eivør – borin av ráu og úttrykksfullu røddini, har hon ferðast millum storm og stilli.
Á konsertferðunum kring heimin hevur Eivør spælt saman við bólkinum hjá sær, sum er samansettur av Mikaeli Blak (bass og tangentar), Mattiasi Kapnas (tangentar) og Per Ingvaldi Højgaard Petersen (trummur). Við sær á konsertferðunum hevur hon eisini havt ljós- og ljóðsnillingarnar Egil B. Høgenni Hansen og Theodor Kapnas. Hetta verður eisini manningin, ið Eivør stillar upp við til hesa konsertina, so vit kunnu vænta okkum eina konsert við einum serstakliga væl samanspældum bólki og eina væl trimmaða framleiðslu.
Konsertin er ein standikonsert. Situr tú í koyristóli, mæla vit til, at tú setur teg í samband við Norðurlandahúsið frammanundan. Hetta er eisini galdandi, um tú ikki megnar at standa. Vit hava nakrar fáar stólar, sum kunnu bíleggjast frammanundan til tín, umframt ein fylgjara.

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar