Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Faroe Pride
Upphiting kl. 15.00 við Tórsvøll 🏳️🌈🏳️⚧️
Skrúðgonga kl. 16:00 ❤️🧡💛💚💙💜
Aftur í ár verður Faroe Pride 27. juli. kl. 16.00!
Upphitingin byrjar við Tórsvøll kl. 15.00, har vit bjóða ókeypis andlitsmáling og deila fløgg út. Eisini verður høvi at stuðla arbeiðinum hjá LGBT+ Føroyum við at keypa okkurt drekkandi ella merch frá okkara sølubúð ❤️🧡💛💚💙💜
Havnar Hornorkestur fer at seta rættan hátíðardám á upphitingina, og eisini verður dansiframførsla við Ludvík Petur Heðinsson (koreografur), sum hevur dansararnar Katrin, Lizzie, Annu og Gunnrið aftur at sær 💃
Kl. 16.00 fer skrúðgongan til gongu frá Tórsvølli, og Elisa Vang fer at fáa lív í fjøldina við góðum slagorðum og skrálum! Komin oman á Vaglið verður ókeypis konsert við Silvurdronginum, Sakaris og Guðrið Hansdóttur. Okkara egna Siriously verður vertur og fer at leiða okkum gjøgnum tiltakið, og Ólavur Eysturdal, prestur, fer at halda røðu 😍🏳️🌈
Faroe Pride er dagurin, har vit seta lit á havnargøtur og fegnast um tey framstig, sum eru hend í Føroyum. Samstundis er hetta eisini dagurin, har vit varpa ljós á øll tey rættindi, sum enn mangla í stríðnum fyri javnrættindi til LGBT+'arar, eitt nú løgfrøðiligt kynsskifti 🏳️⚧️
LGBT+ Føroyar heitir á allar føroyingar, ið ynskja einar fjølbroyttar, javnrættar og rúmligar Føroyar, um at møta fjølment upp til Faroe Pride 2026 🥰
Saman kunnu vit vísa, at føroyingar vilja hava eitt samfelag, sum virðir rættindi til LGBT+-persónar.
Aftaná verða afterparty í Náttarklubbanum.
Eisini er Faroe Pride-vikan frá 19. juli við fleiri spennandi tiltøkum.
Bústaður
Vaglið (The square)
4 Vaglið
Tórshavn
Hetta tiltakið er skipað av
LGBT+ Føroyar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar