Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Finissage fyri Scherzo – føroysk samtíðarlist

Síðsti møguleiki at síggja summarframsýningina

Vælkomin á framsýningina Scherzo – føroysk samtíðarlist fyri síðstu ferð, nú framsýningin verður rundað av við einari finissage.
Tiltakið bjóðar m.a. upp á eitt prát við kurator Kinnu Poulsen, og útgávan av einum brannýggjum katalogi yvir framsýningina. Møguleiki verður at heilsa uppá kurator og flest øll luttakandi listafólkini, og vit bjóða sjálvandi eitt glas við onkrum góðum.
Um framsýningina Ársins summarframsýning Scherzo – føroysk samtíðarlist hevur nakrar av sterkastu røddunum á føroyska samtíðarlistapallinum. Níggju listafólk við verkum, sum fevna víða bæði í úttrykki og tilfari: her eru málningar, grafikkur, standmyndir, tekstilar, ljóð, video og tekstir, sum verða sameind av einum felags vitalum ekspressiviteti, intensiteti og kanti.
Tey luttakandi listafólkini eru Hansina Iversen, SUPERVISJÓN við Lív Mariu Róadóttir Jæger og Lasse Jæger, Randi Samsonsen, Jóhan Martin Christiansen, Silja Strøm, Jens Dam Ziska, Dan Helgi Helgason í Gong og Vár B. Samuelsen.
Skráin byrjar kl. 16.00, og húsið er opið til kl. 19.00 

Bústaður

Nordic House - Norðurlandahúsið

14 Norðari Ringvegur

Tórshavn

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar