Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
FM/FMU við Másheyg í Klaksvík
24.-26. juli verður FM í frælsum ítrótti á breyt á Guttabreyt í Klaksvík
FM í ár verður aftur skipað sum eitt felags FM fyri ung og seniorar.
Kappingin verður løgd soleiðis til rættis, at tað verður kappast um:
-Ungdómsmeistaraheitið í aldursbólkum upp til og við 17 ár
-Seniormeistaraheitið frá 18 árum og upp
Undantak ger seg galdandi í:
-110m rimarenning: her kappast U20 í aldursbólki, tí rimahæddin ikki er full
Tórsbreyt verður umvæld í løtuni, og longru kastini kunnu ikki fyriskipast í Klaksvík. Tí verða tey savnaði í eitt serligt kasti-FM í Havn, tá Tórsbreyt er tøk aftur. Tó verður kappast í kúlustoyti í Klaksvík.
Um ein yngri íðkari ynskir at kappast um seniormeistaraheitið, er tað møguligt. Í teknisku greinunum verður tó kappast við amboðum í fullari vekt, og í rimarenningini við fullari hædd. Ein skal fylla minst 15 ár í kalendaraárinum, fyri at kunna luttaka í kappingini um seniormeistaraheitið.
Vit byrja við Másheyg fríggjadagin 24. juli kl. 17.00, halda fram leygardagin 25. juli kl. 10.00 og sunnudagin 26. juli kl. 13.00.
Bústaður
Guttabreyt
13 Heygavegur
Norðoyggjar
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
Øki / Bólkar