Tú hevur ongar yndis enn
Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.
Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.
Tínir yndis
Íblástur & Greinir
Tiltøk & Túrar
Støð
Fólkatónleikarastevnan 2026
Trio Ciocaia (IT), Alterne (DK/EE/BE) og Rótfest (FO)
Trio Ciocaia (IT) Ciocaia varð uppkallaður eftir “skotunum”, ið fingrar hansara gjørdu við ljóðførinum, og var ein av teimum seinastu stóru emiliansku piva-spælarunum í Parma Apennine fjøllunum í Italia.
Trio Ciocaia hevur tikið sær hetta navnið fyri at heiðra gomlu bóndasiðvenjuna og brúkar emiliansku piva'ina, sum hoyrir til stóru sekkjapípufamiljuna, at endurskapa sambandið við hesa serstøku tónleikaligu mentanina.
Tónleikaúrvalið samantvinnar sangir og dansir úr fólkamentanini við brotum úr klassiskum tónleiki úr 600-talinum – einari tíð, tá ið tað sigst, at sannur tónleikaarvur og -mentan vórðu styrkt.
Marco Mainini: sang, emilia piva, fife Ferdinando Gatti: emilia piva, gittar, sang Fabio Bonvicini: tveyradar, emilia piva, sang
Alterne (DK/EE/BE) Við nútímans sangskriving strikar dreyma-folk-trioin Alterne markið millum popp, folk og ambient. Bólkurin er danska songkvinnan Ida Marie Jessen, belgiski violinisturin Oscar Beerten og estiski harmonikuleikarin Maimu Jõgeda. Saman skapa tey eina hugtakandi og dreymakenda ljóðmynd.
Alterne hevur framført á festivalum sum FolkBaltica (DK), Lõikuspidu (EST), Boglárt (HU), Bijloke (BE) og Merode (BE) og hevur hugtikið áhoyrarar um alt Evropa.
Fyrsta plátan hjá teimum kom út í 2024 á GO’ Danish Folk Music og hevur fingið góða altjóða móttøku. Eric Van Domburg Scipio frá Heavenmagazine.nl hevur m.a skrivað: “Sangur og rødd hjá Jessen eru í heimsklassa, ikki minst saman við vøkru útsetingunum hjá tríbólkinum. 2024 kann ikki koma við nógvum fólkatónleiki afturat, ið er vakrari enn hetta.”
Ida Marie Jessen: sang Oscar Beerten: violin, hardangerfele Maimu Jõgeda: harmonika
Rótfest (FO) Rótfest er ein nýggjur fólkatónleikabólkur, har trý ættarlið hittast gjøgnum tónleikin. Við rótum, djúpt grónum í norðurlendsku fólkatónleikasiðvenjunum, spæla tey bæði nýggjari føroyskan fólkatónleik og siðbundin løg. Tey sameina tað gamla og tað nýggja í einum livandi og hugnaligum tónleikaligum felagsskapi, har spæligleði og kærleiki til føroysku mentanina eru í miðdeplinum.
Angelika Hansen (violin), Sharon Weiss (blokkfloyta), Báraldur N. Martinsson (sello), Kristian Blak (klaver), Sigrið F. Hansen (kontrabass)
Heimasíða - Alterna Instagram - Alterna
Bústaður
Nordic House - Norðurlandahúsið
14 Norðari Ringvegur
Tórshavn
Dato og atgongumerkir
Dato
Serstak:
Hvønn:
Mánadag
Týsdag
Mikudag
Hósdag
Fríggjadag
Leygardag
Sunnudag
Prísur
Ókeypis
kanna tøkar dagar
Øki / Bólkar