Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Forkunnug stovukonsert við Martini Joensen

í Biskupsstøðgarðinum

Martin Joensen telist millum bjartastu tónleikastjørnurnar yvirhøvur, ið bæði meistrar at skriva egnar tekstir og løg. Sangir sum Ró, Morgun, Lat meg goyma teg, Uttan Teg, 60’ini og Svarti Ravnur eru langtsíðani blivnir fólkaogn. Klassiskarin“Ró” fekk enntá í 2018 heiðurin sum tann besti føroyski sangurin seinastu 50 árini.

Seks og tredivu av songskattum hansara finnast í Grønu sangbók, umframt, at Martin eisini hevur skrivað fleiri sálmar bæði í føroysku sálmabókini og nýggju sangbókini hjá Brøðrasamkomuni.

Fleiri minnast óivað Martin væl frá Vestmonnum, men hann varð fyrst virkin í Vestmannabólkinum Fox og seinni útisetabólkinum Avføringar. Seinastu mongu árini hevur tað tó fyrst og fremst verið sum solistur, at vit eru sloppin at njóta ríku sangskattirnar hjá honum.

Millum flottastu heiðrarnar kunnu nevnast virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 2007 og Ársins tónleikaheiður á FMA í 2022. Tí var tað einki annað enn sjálvsagt, at ungu spírarnir í Hoydølum tulkaðu hansara sangir í allarfyrstu av fleiri sendingum fyrr í ár.

Sum Martin sigur, “Eg fari at syngja og spæla eitt hóskandi bland av mínum sangum - líka frá byjanini fyrst í 70unum og til dagin í dag. Eg vænti, at vit fáa eina hugnaliga løtu saman”.

Talan er um stovukonsert har sitið verður við borð. Hvørt borð hevur 4 pláss, so tað er umráðandi at bíleggja saman, um tit vil sita saman. Lítli køkurin hevur opið við brellbitum og Fjósið hevur opið við góðum víni o.ø.

Dyrnar lata upp kl 19:00 so tað er møguligt at finna sær pláss, og at keypa sær okkurt gott at njóta áðrenn tónleikurin byrjar kl. 20.

Konsertin er stuðlað av Økistónum.

Bústaður

Biskupsstøðgarðurin

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar