Tú hevur ongar yndis enn

Her kanst tú savna íblástur, greinar, tiltøk og støð, sum tú hevur áhuga fyri.

Trýst á ikonið á síðurnar, so koma tær fram her.

Tínir yndis

Íblástur & Greinir

Tiltøk & Túrar

Støð

Bygdagøtur

Leita Leitingarúrslit

INSPIRATIÓNIR & ARTIKLAR

TILTØK & GONGUTÚRAR

Støð

Frá áttamannafari til rúmdarfar

Mars, rúmdin og Spaceport Nordoyggjar


Rúmdarfyrilestur við David Arge Klevang, Associate Professor á DTU Space – Institut for Rumforskning og Rumteknologi.

“Fyrra partin av kvøldinum verður komið inn á tey mest áhugaverdu úrslitini frá 5 ára gransking á reyðu gongustjørnini við Perseverance rovaranum hjá NASA.

Nærkast vit einum svari til spurningin um lívið í tí stóra alheiminum?
Hvør er ætlanin fyri framman til tess at koma nærri at svarinum?
Hvussu kann hetta arbeiðið gagna Føroyum?

Í seinna parti fara vit at viðgera hvussu rúmdarøkið støðugt mennist, og umrøða hvussu relevant hetta er fyri Føroyar. Føroyar liggja geografisk serstakliga væl fyri, til at stuðla uppundir, og at fara upp í space-vinnuna, og vit kunnu koma at hava ein avgerandi leiklut í teim íløgum, sum vit komandi tíðina fara at síggja í Norðurhøvum og arktis – íløgur sum eru avgerandi fyri norðurlond, evropa og vesturheimin.“

Bústaður

Varpið

2 Klaksviksvegur

Norðoyggjar

Dato og atgongumerkir

Dato

Prísur

kanna tøkar dagar